Løgtingið fer í dag klokkan 11 at hava fyrstu viðgerð av uppskotum um at lata samkynd sleppa at giftast.
Talan er um trý ríkislógartilmæli, sum tilsamans skulu geva samkyndum loyvi at giftast borgariga. Tað eru tey trý tingfólkini, Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum og Poul Michelsen úr Framsókn, um hava lagt málið fram. Tær báðar fyrr nevndu sum einstaklingar, men Poul Michelsen umboðandi flokkin Framsókn.
Lítið er kortini, sum bendir á, at málið verður samtykt. Tá Sosialurin fyri tveimum vikum síðani spurdi tingfólk, var greiður meiriluti ímóti at samktykka uppskotið.
Løgtingsfundurin í morgun verður settur klokkan 11. Tey trý ríkislógartilmælini eru fyrstu trý málini á dagsskránni. Fjórða málið er ein fyrispurningur Honnu Jensen, sum hevði sæti á tingi fyri Poul Michelsen úr Framsókn, til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, viðvíkjandi námsfrøðiligari útbúgving fyri miðnámsskúlalærarar.
Lesið um spurnarumfarið hjá Sosialinum við at TRÝSTA HER
Lesið eisini:
Samkynd sleppa ikki at giftast
Uppskot um samkynda giftu lagt fram
http://www.in.fo/news-detail/news/uppskot-um-samkynda-giftu-lagt-fram/