Hjúnaband fyri samkynd í tingið hósdagin

Hósdagin verður fyrsta viðgerð av uppskotinum um at loyva samkyndum at giftast

Hósdagin fer løgtingið at viðgera uppskotið hjá Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum og Poul Michelsen úr Framsók um at loyva samkyndum at giftast borgarliga.

 

Tey trý siga í viðmerkingum til uppskotið, at endamálið við uppskotinum er at gera tað møguligt hjá samkyndum at ganga saman í borgarligt hjúnalag.

 

– Við at mæla til lógarbroytingina, sum verður lagað til føroysk viðurskifti, vilja vit, at øll menniskju, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum. Tí skal minnilutabólkum verða tryggjað javnbjóðis rætt til at velja sær lívsmaka, siga tey trý í viðmerkingunum til uppskotið.

 

Við hesi grundgeving leggja tey uppskotið fram í teirri vón, at vit kunnu fáa eina tíðarhóskandi lóggávu, sum er í samsvari við hugburðin hjá størsta partinum av fólkinum í føroyska samfelagnum.

 

Uppskotið kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER

 

Men tað er longu greitt, uppskotið verður ikki samtykt. Løgmaður kunngjørdi í Sosialinum næstsíðsta fríggjadag, at hann krevur av samgongutinglimum, at teir fella uppskotið. Sosialurin gjørdi eisini eitt spurnarumfar millum tingfólk sum greitt vísti, at meiriluti er ikki fyri uppskotinum.

 

Les eisini: Uppskot um samkynda giftu lagt fram

 

Bara níggju løgtingsfólk søgdu, at tey fara at atkvøða fyri uppskotinum um at loyva samkyndum at giftast borgarliga.

 

Spurnarumfarið vísti eisini, at samgongulimir eru bundnir av eini felags støðu hjá samgonguni.

Les eisini Samkynd sleppa ikki at giftast

 

Ein støða, ið løgmaður sjálvur váttaði í samrøðuni við Sosialin. 

 

– Vit hava eitt samgonguskjal at arbeiða út frá. Og hetta málið er ikki partur av samgonguskjalinum. Talan er um eitt uppskot frá andstøðuni, og tí fara vit í samgonguni at viðgera tað og taka eina felags støðu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen við Sosialin.

 

Løgmaður ger samstundis greitt, at talan verður ikki um at fríttstilla samgongulimir, eins og viðhvørt verður gjørt í sonevndum »etiskum málum«.