Í útvið túsund ár hava vit í Føroyum havt ein normativan etikk, ið byggir á tey kristnu grundvirðini. Tátíðar samfelagið rúmaði ikki stórum kompleksiteti, og tí var neyðugt við einum smølum normalitetshugtaki, ið kundi disciplinera kropp og sál – men mangt broytist á mansins ævi.
Í dag hava vit grundlógartryggjað talu- , skrivi- og trúarfrælsi, og normalitetshugtakið er munandi víðkað. Tað hevur viðført, at minoritetsbólkar sum tey homosexuellu, nú opið tora at standa fram og greiða frá, hvat tey føla og standa fyri. Hetta økta persónliga frælsið kunnu vit øll gleðast um, tí mong eru tey, sum í loyndum hava verið noydd til at liva undir einum ómenniskjaligum persónligum kensluoki.
Um 90-95 % eru hetrosexuell
Um 90-95 % av okkum eru hetrosexuell, og vit hava her í Føroyum ein søguligan etiskan rætt til giftu og hjúnalags hugtakið, ið er líka gamal sum tær kristnu Føroyar. Henda søguliga etiska rættin - umboðandi tey kristnu grundvirðini - eru tað mong í Føroyum, ið ynskja at halda fast við og verja.
Um 5-10 % eru homosexuell
Roknað verður við at um 5-10 % eru homosexuell ella samkynt, og at nøkur av teimum ynskja at sameinast sum par, eins og maður og kvinna gera við at giftast og ganga saman í hjúnalag. Hetta stríðir tó ímóti tí søguligu etisku fatananini av, at gifta og hjúnalag er fyri hetrosexuell pør við potentiali til nøring, og soleiðis er helst tann generella fatanin í Føroyum í dag.
Vit liva í Føroyum – mitt í natúruni
Vit liva í Føroyum – mitt í natúruni. Eitt gásapar er ein bøga og ein steggi og eins og hjúnalagið - við potentiali til nøring. So leingi ein stórur partur av føroya fólki ynskir at gifta og hjúnalags hugtakið einans verður brúkt í hetrosexuellum regi – vísandi til søgulig etisk rættindi, eiga politikarar at virða hetta. Eisini eiga okkara politikarar at arbeiða fyri, at vit fáa hugtakið: “løggilt parlag” at virka í praksis , so tey samkyntu kunnu fáa ein hjúnalags líknandi tryggleika inn í teirra parlag, tað veri seg í familju og arvaspurningum, tá tey velja at ganga saman í parlag.
Etikkur og moralskt hugtak
Yvirordnað skulu vit við okkara normativa etikki loysa eitt moralskt hugtak, sum fer yvir mørk, og sum fyri mong er sum halgibrot at rokna, um vit ikki skilja ímillum hetrosexuelt og homosexuelt samband.
Tey homosexuellu mugu eins og tey hetrosexuellu tora at fyrihalda sær til teirra egna sexualitet og seta navn á fyri at fáa persónligt frælsi. Við einans at plagiera normar hjá øðrum fáa tey eitt surrogat uttan persónligt frælsi.
Etikkur í verki skal ikki “sloyfa” tann verandi normativa etikkin, men víðka ta etisku fatanina, so pláss verður fyri okkum øllum við egnum identiteti og nomenklaturi. Fyri at hetta kann lata seg gera, mugu vit virða verandi hjúnalag fyri tey hetrosexuellu og eitt komandi løggilt parlag fyri tey samkyntu.
P.S. Skal Løgtingið treytaleyst taka til efturtektar, um nú “Gudloysi” ynskir broyting í tjóðsanginum, so tey eisini kunnu syngja við - uttan Gud?
Regin Eikhólm 06.09.2015