Klokkan 17 byrjar EM-áttandapartsfinalan millum Danmark og Wales á Johann Cruyff leikvøllinum í Amsterdam.
Flestu veddingarfyritøkurnar hella favorittleiklutin yvir til danskararnar, men Wales rakk EM-hálvfinaluni í 2016 og vera teir ikki lættir at syfta hjá Danmark.
Nú vónar danski landsliðsvenjarin, Kasper Hjulmand at flyta ein fyrimun yvir til danska liðið: Tað eru nógv bond millum Amsterdam, Ajax Amsterdam og Danmark. Vit danskarar halda okkum hava nógv góð sambond við hendan vakra býin og eg vóni, at øll í Niðurlondum hava somu kenslu sum vit. Tí vóni eg, at niðurlendingar møta á leikvøllinum í reyðum og hvítum, og ikki í appelsingulum í dag, segði Kasper Hjulmand á tíðindafundi.
Kasper Hjulmand hevur stóra virðing fyri Wales og heldur, at waliska liðið minnir ikki sørt um danska liðið: - Eg hava stóra virðing fyri Wales, og tað sum teir hava avrikað. Teir minna nógv um okkara egna lið. Teir eru eisini stoltir av at kunna stríðast fyri land sítt. Vit vita, at teir fara at stríðast væl, men tað fara okkara menn eisini at gera, sigur Kasper Hjulmand.
Aftaná dramatisku hendingina við Christian Eriksen hava nógvir evropeiskir fjepparar lýst sín stuðul til danska landsliðið, so tað er sannlíkt, at Kasper Hjulmand fær sítt ynskið um niðurlendskan stuðul uppfylt.