Kasper Hjulmand gevst eftir 54 dystir sum danskur landsliðsvenjari.
Tað upplýsir DBU í tíðindaskrivi.
52 ára gamli venjarin hevur verið í starvinum í fýra ár, har hæddarpunktið var EM-hálvfinalan móti Onglandi í 2021.
Ritzau skrivar, at eftir EM er Kasper Hjulmand komin til ta niðurstøðu, at landsliðið hevur tørv á nýggjari orku.
Liðið hevur tørv á nýggjari orku eftir EM í Týsklandi, er niðurstøðan hjá nú fyrrverandi landsliðsvenjarnum av seinasta endaspælinum.
Tí leggur hann frá sær og handar leiðsluna til Morten Wieghorst, sum er fyribils landsliðsvenjari fram til ársskiftið.
Kasper Hjulmand tók við sum landsliðsvenjari eftir Åge Hareide í 2020.
- Tá eg hyggi tvey ár fram til HM, kann eg føla, at tað verður best fyri liðið, at eitt nýtt andlit og nýggj hugskot, sum kunnu skriva eitt nýtt stórt kapittul til hetta fantastiska liðið, og tí er tað best, at onkur annar stendur á odda fyri liðnum.
- Tað snýr seg ikki um meg. Tað snýr seg um, hvat er best fyri liðið, sigur Kasper Hjulmand.
Hann varð settur sum landsliðsvenjari í 2020, eftir at sáttmálin hjá Åge Hareide var úti.
Norðmaðurin skuldi faktiskt staðið á odda fyri landsliðnum ígjøgnum EM tað sama árið, men seinasta umfarið varð útsett til 2021 vegna koronu-farsóttina, og tí gjørdist tað uppgávan hjá Kasper Hjulmand.
Tað endaði við, at eydnast sera væl, tí Danmark kom í hálvfinaluna, har Ongland var snávingarsteinurin.
Danmark spældi seg síðani víðari til HM í Katar, har tað ikki gekk serliga væl, og liðið varð sent heim longu eftir bólkaspælið.
Í ár kom Danmark í áttandapart finaluna í EM, har Týskland var ein ov stórur biti.
- Kasper hevur framt eitt fantastiskt avrik sum landsliðsvenjari og hevur dugnað donskum fótbólti og landsliðnum á nógvum økjum, sigur fótbóltsstjórin Peter Møller.
- Úrslit hansara fyri eina tjóð sum Danmark eru í toppi, og hann eigur sín risastóra lut í, at danir møta fyri at sleppa at síggja manslandsliðið spæla í Parkini hvørja einastu ferð. Tað er ein frálíkur danskur landsliðsvenjari, sum vit siga farvæl við og skylda eina risa tøkk, sigur Peter Møller.
Kasper Hjulmand stóð á odda í 54 dystir sum danskur landsliðsvenjari.
Morten Wieghorst skal nú yvirtaka starvið fram til ársskiftið, meðan Peter Møller skal arbeiða við at finna næstu varandi loysnina.
- Wieghorst er toppvenjari við royndum frá stórum donskum feløgum og sum U21-landsliðsvenjari, og hann hevur alt sum skal til fyri at leiða liðið fram í næstu tíðina.
- Hann kennir liðið, leikararnar, starvsfólkini og mátan, vit vilja spæla og úttrykkja okkum, tá landsliðið spælir. Morten hevur verið trúgvur móti Kasper, men fer sjálvsagt at seta síni egnu fingramerki á liðið komandi tíðina, sigur Peter Møller.
Restina av árinum hevur Danmark seks Nations League dystir á skránni.
/ritzau/