Hjulmand: Føroyar vóru tøkar at spæla í Danmark 26. mars

Danskur tíðindamaður setti spurnartekin við seinna mótstøðuliðið hjá Danmark í venjingardystunum hendan mánaðin

Týskvøldið klokkan 19.15 møtast Danmark og Føroyar í einum venjingardysti á leikvøllinum í Brøndby.

 

Tríggjar dagar undan dystinum møtir Danmark Sveis í einum venjingardysti á heimavølli, og fýra dagar undan dystinum spæla Føroyar venjingardyst móti Liktinstein í Marbella í Spania.

 

Tá danski landsliðsvenjarin, Kasper Hjulmand tók út danska hópin seinnapartin setti ein danskur tíðindamaður spurnartekin við hví Danmark hevði valt at spæla ein venjingardyst móti Føroyum, so tætt undan EM-endaspælinum í Týsklandi.

 

Men tá slóg Kasper Hjulmand fast, at ynskið hjá honum var at fáa eitt mótstøðulið, ið kundi spæl dyst móti Danmark 26. mars í Danmark, og Føroyar vóru tøkar at taka av møguleikanum, og tí blivu tað sjálvsagt Føroyar.

 

Á heysti í 2021 vóru Kasper Hjulmand og danir hepnir at sleppa av Tórsvølli við einum 1-0 sigri í HM-undankappingardysti, ið var leiktur 4. september 2021. Føroyar stóðu seg eisini væl í Parkini 12. november í 2021, tá Klæmint A. Olsen skoraði eitt minniligt mál. Danmark vann tó dystin 3-1. 

 

Føroyar taptu 0-4 fyri Danmark í einum venjingardysti í Herning 7. oktober í 2020, og vit taptu 0-2 fyri Danmark á Tórsvølli á seinsumri í 2000.

 

Í okkara fyrstu EM-undankapping í 1990 og í 1991 taptu vit 1-4 fyri Danmark í Parkini - hon æt víst Ítróttarparkin tá - og 0-4 fyri Danmark á heimavøllinum í Landskrona.

 

Málmunurin í seks dystum er sostatt 18-2 til Danmark.