HJK hevur eina lítla favorittstøðu móti KÍ á heimavølli

Her eru oddsini upp á Conference Play Off dystin HJK Helsinki-KÍ

Seinnapartin klokkan 17 - klokkan 19 finska tíð - spælir KÍ alt avgerandi Play Off dystinum um at sleppa í deildarspælið í Conference League.

 

Dysturin verður á útivølli á Bolt Arena í Helsinki móti HJK Helsinki. Fyrri dysturin á Tórsvølli endaði við javnleiki 2-2.

 

KÍ-varpið vísir dystin í Helsinki.

 

Dysturin verður á graslíki, og tað vera 19-21 hitastig, so tað vera heilt góðar umstøður mett í mun til ræðuliga hitan í Banja Luka fyri 14 døgum síðani.

 

HJK hevur eina lítla favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til HJK aftaná vanliga leiktíð eru 2,07.

 

Miðaloddsini upp á javnleik aftaná vanliga leiktíð (sum hevði útloyst longda leiktíð) eru 3,37.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til KÍ aftaná vanliga leiktíð eru 3,32.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##