Hetta kunnu vit lærarar bert fegnast um, men stokkut er gleðin, tá ið hugsað verður um hvørji høli Tvøroyrar kommuna bjóðar sínum yngru børnum, í tí gamla partinum av Tvøroyrar skúla, har barna-skúlin heldur til. Hesi høli eru so niðurslitin, at hol eru í loftum og veggjum, gólvini slitin, málingin skalla av, ongin ventilatónsskipan og harav vánalig luft inni í stovunum. Hetta eru ting, ið vit lærarar og næmingar hava vant okkum til.
Í fleiri ár hava vit fingið at vita, at kommunan hevur ikki ráð at gera nakað við tann gamla partin av skúl-anum. Vit hava verið tolin, tí er hetta veruliga so, ja so noyðast vit at góðtaka hetta!
Nú frættist so, at tann nýggi "Almanna - og Heilsuskúlin" skal hava tvey høli burturav í tí gamla partinum av skúlanum. Lat okkum sláa fast, at vit eru fegin um, at Heilsuskúlin er í Suðuroy, og skal hetta ikki síggjast sum eitt álop á henda. Hesi áttu at fingið betri sømdir enn, at vaksin fólk verða kroyst inn í skúlan ímillum 7-12 ára gomul børn.
Tvøroyrar kommuna hevur nú játtað Heilsuskúlanum tvey høli í gamla parti av skúlanum. Hesi somu høli, ið kommunan heldur vera nóg góð til okkara framtíð - tey yngru skúlabørnini - kunnu nú ikki nýtast til Heilsuskúlan! Nei, nú hevur kommunan knappliga ráð at seta hesi bæði hølini - og bert hesi tvey - í stand.
Slíkur mannamunur er fallin okkum lærararum (og eisini skattaborgarum) fyri bróstið, og skilja vit ikki:
?At kommunan skal virða okkara næmingar - børn skattaborgaranna - so lítið.
?At kommunan skal sleiska fyri einum stovni, ið kommunan als ikki varðar av.
?At trivnaðurin hjá heilsuskúlanæmingum er týdningarmeiri enn trivnaðurin hjá egnum borgarum.
?At kommunan nú kann útvega fígging til at gera hølir í stand til fremmand og ikki til síni egnu.
Heldur skuldi Tvøroyrar kommuna syrgt fyri:
?At børn okkara fyrst og fremst fingu vælhildin og hugnalig hølir at búleikast í.
?At skattaborgarar her í kommununi fingu nakað fyri sínar egnu skattakrónur.
?At víst tí stovni, ið varðar av Heilsuskúlanum, á sína ábyrgd.
At enda vilja vit heita á Tvøroyrar býráð, um at taka sær um reiggj og fyrst og fremst taka sær av teimum, ið teir eru valdir at umboða.