Nú er ein hjartastartari settur upp í miðbýnum í Havnini.
Hjartastartarin er settur upp á bilstøðini Auto, sum er mitt í býnum og har tey altíð eru til arbeiðis.
Rundan um Auto er eisini eitt stað, har nógv fólk er, ikki minst nú rundan um ólavsøkuna.
Tað eru Suðuroyar Sparikassi og bilastøðin, Auto, sum hava tikið stig til hetta.
Tað er ein sannroynd, at hjartastartarar bjarga lívið og tískil er tað vorðið vanligari og vanligari, at slíkir hjartastartarar, vera settir upp ymsastaðni, serliga har nógv fólk hittist, men eisini í almenna rúminum sum heild.
Tað patenta við teimum er, at teir eru so einfaldir, at øll kunnu brúka teir, men tað er heldur ikki óvanligt at skipa fyri skeiðum í at brúka teir.
Fær onkur hjartaslag, er skjót hjálp avgerðandi og tískil hava hjartastartarar bjarga mongum mannalívi tí tá kann hjálp veitast alt fyri eitt ímeðan bíðað verður eftir sjúkrabili, sum krevur sína tíð at koma fram.
Hjartafelagið sigur, at møguleikin fyri at yvirliva ein hjartasteðg, fellur 10% fyri hvørt minut, sum gongur, áðrenn viðgerðin verður sett í gongd og tískil kunnu hjartastartarar bjarga nógvum mannalívum, sigur Hjartafelagið.









