Hjartastartarar meira atkomiligir

Hvørji eru so ráðini, um tað skuldi hent, at fólk gerast lívleys, og brúk verður fyri hjartastartara og serkønari og skjótari hjálp?

Tað er vorðið alt meira vanligt hjá fyritøkum og stovnum, sum hava havt hjartastartara innandura, heldur at seta hesar út um, soleiðis at teir eru atkomiligir hjá fleiri, um brúk skuldi verið fyri teimum.

 

Soleiðis, sum viðhefta mynd vísir, hevur Miðlahúsið flutt sín hjartastartara út um, soleiðis at hann nú stendur á sjónligum staði og er atkomiligur hjá øllum. Hjartastartarin hevur annars staðið beint innan fyri úthurðina í fundarhølinum í húsinum.

 

In.fo hevur í dag eisini fingið myndir av hjartastartara hjá Kvívíkar kommunu, og haðani frætta vit, at kommunan hevur sett hjartastartarar upp í øllum bygdum í kommununi, og hesir standa eisini úti og eru soleiðis atkomiligir hjá øllum í umhvørvinum.

 

Men, hvørji eru so ráðini, um tað skuldi hent, at fólk gerast lívleys, og brúk verður fyri hjartastartara og serkønari og skjótari hjálp? In.fo hevur hugt á heimasíðuna www.hjartastartari.fo, og her er fylgjandi vegleiðing:

 

* Um hjartasteðgur er staðfestur, er av stórum týdningi at boðað verður frá á 1-1-2 skjótast gjørligt fyri at fáa serkøna hjálp frá ambulansufólki og fyri at fáa sjúklingin sum skjótast fluttan á sjúkrahús.

* Far undir hjarta-lungna-bjargan - hjartamassasju - skjótast gjørligt

* Fá sum skjótast fatur í einum hjartastartara

* Fá sum skjótast serkøna heilsufakliga hjálp til vega.