- Eg havi ein trúfastan gest í Dals Vøruhús og tað er Niels í Horni. Hann er ein fantastiskur listamaður, sigur Margreth Dalsenni, sum eigur og rekur Dals Vøruhús í Klaksvík
Í handli hennara, sum selur brúkt klæði og lutir bíliga, hevur hon ein hugnaligan kaffikrók. Krókurin verður vanliga nevndur "Hjartarúmið", og har samlast nógv fólk dagliga til eitt gott prát og ein kaffimunn.
Í Hjartarúminum plagar Niels í Horni at sita og mála smáar málningar, sum eisini hava verið hongdir upp á hendan sama í krókinum. Málningarnir hjá Niels hava havt serligan áhuga millum kundarnar hjá Margreth, bæði føroyingar og útlendingar, greiðir hon frá.
- Niels hevur deilt nógvar málningar út, so allastaðni runt landið, og í nógvum heimum runt um í verðini, hanga hesir málningar. Tey flestu spyrja, um hann ikki skal hava eitt oyra fyri hetta. Men tað vil hann ikki hoyra um, sigur Margerth.
Í vetur hevur ikki ligið so væl fyri hjá Niels, og hann hevur ongan málning gjørt í mánaðir. Í gjár kom hann tó glaður inn í handilin og segði at hann nú hevði hug at mála okkurt aftur, og spurdi um møguleiki var fyri tí.
Margerth segði sjálvsagt ja, og væntaði at Niels tá fór at seta seg at mála tey vanligu smáa málningarnar. Tá var tað at hann spyr um hann kundi mála uppá veggin ístaðin.
- Eg bleiv eitt sindur kløkk, tí eg hevði ikki væntað, at eg fór at fáa so stóra gávu, men svaraði at tað tað kundi hann gott, og spurdi síðani hvat tað kostaði. Men Niels svaraði at hann so mangan hevði sitið gott í krókinum, so hann mátti heldur slatta gólvið aftur, sigur hon
Hetta skapti sera stóran áhuga millum kundarnar í gjár og í dag, og krókurin hevur verið støðugt fullur av fólki.
- Vænti at hesin málningurin hevur stórt virði, og tíbetur eigi eg handan veggin.
Tá, ella um, eg einaferð flyti úr hesum hølunum, so taki eg veggin við, sigur Margreth.









