Hjartanemandi frásøgn úr Sýria á Fólkafundinum 2013

Krígslækni úr Sýria verður at hoyra klokkan 16.30 leygardagin á tiltaki hjá Amnesty International

Fólkafundurin 2013:  Leygardagin kl. 16.30 fer 27 ára gamla Haifaa Awad á fólkafundinum í Klaksvík at greiða frá sínum upplivingum sum sjálvboðin lækni í einum krígsherjaðum landi.


“Eg fái kuldaskjálvta og kvalma, tá eg nú skal seta orð á tað, sum eg sá í dag. Eg trúgvi ongantíð, at orð kunnu lýsa ræðuleikarnar.”


Hon hevur verið á frontinum í borgarkrígnum í Sýria. Hon hevur havt óteljandi krígsoffur undir læknahond. Hon hevur hildið í doyggjandi børnum. Og hon heldur, at heimurin má steðga blóðbaðnum nú.


Fleiri enn 200.000 fólk hava longu lisið dagbókina, sum 27 ára gamli læknin, Haifaa Awad, hevur skrivað undir sínum uppihaldi á einum lítlum sjúkrahúsi í Norðursýria í juli og august í ár. Og dagbókin er mest lisna tilfar á heimasíðuni hjá donsku avísini Information nakrantíð. Í 30 dagar var Haifaa í krígsrakta landinum, og hon er ein av teimum heilt fáu eygnavitnunum, sum hava greitt umheiminum frá hendingunum í Sýria. Allar flestu journalistnir halda seg burtur, tí landið er ov vandamikið at vera í. Dagbókin hjá Haifu kann lesast her: http://www.information.dk/<wbr />dagbog



Á Fólkafundinum í Klaksvík leygardagin kl. 16.30 fer sjálvbodni læknin í einum krígsherjaðum øki at greiða frá síni søgu og sínum upplivingum. Hví fór hon avstað? Hvat upplivdi hon á felthospitalinum í Norðursýria? Hvussu kemur ein ígjøgnum so nógva líðing og so nógvan deyða? Hví setti hon seg inn í ein bil og fór út á hermótið? Hvør er framtíðin í Sýria? Og hvat skal altjóða samfelagið gera?


Haifaa Awad er fødd í Sýria og hevur sýriska mammu, men hon flutti til Danmarkar í 1993. Hon hevur altíð vitjað Sýria, og eftir dramatiska mánaðin í summar fór hon á Landssjúkrahúsið í Havn í sambandi við seinasta partin av síni læknaligu útbúgving. 


Hetta er tí eitt heilt serligt høvi hjá føroyingum at hoyra eitt eygnavitni úr Sýria greiða frá.


Heini í Skorini fer at hava samrøðu við Haifu Awad í Klaksvík á Fólkafundinum nú leygardagin kl. 16.30. 

Undir myndini av Haifaa Awad ber til at hoyra eina samrøðu við Katrina á Neystabø, samskipara hjá Amnesty International.