Hjartanemandi drama á Tjóðpallinum

Leikurin "Nordost" er sterkur og viðkomandi, har tú viðhvørt kennir teg sum part av hesum óhugnaliga og meiningsleysa drama



Ummæli

Eyð Matras 



Fríggjakvøldið klokkan 20.00 vórðu dyrnar latnar upp til týska leikin Nordost, eftir Thorstein Buchsteiner. Og var tað við spenningi, at fólk høvdu trokað seg framat dyrnum at síggja henda nógv rósta og virðislønta leik.

Men tey, sum stóðu fremst, vórðu ivaleyst vónbrotin, tí tað gjørdust tey, sum komu seinast til sjónleik hetta kvøldið. Enn einaferð var alt vent á høvdið á Meiarínum. Ótrúligt. Aftur ein nýggjur vinkul á hesum evarska lítla teatri, kallað Tjóðpallur Føroya. Spennandi. 



Nordost er dokumentarleikur um gíslatøkuna á Dubrowka leikhúsinum tann 23. Oktober í 2002, tá ið 42 tjetjensk yvirgangsfólk hertóku leikhúsið og tóku 850 áskoðarnar sum gíslar. Eini 150 fólk doyðu.

Leikurin er um tríggjar kvinnur staddar í trimum ymiskum heraðshornum. Tvær í Moskva og ein í Tjetjenia. Tær gerast allar partur av einum ógvusligum og ólukkiligum drama, tá tilvildin førir tær saman til russiska sangleikin Nord-Ost. .

Vit hitta Svørtu einkjuna Tsura, sum fyrst misti mannin og síðani alt annað, áðrenn neyðin og hatrið til russarnar fær hana uppí Svørtu Einkjurnar. Lettiska læknan Tamara, ið er einkja eftir russsiska hermannin Nikolaj. Hann tók lívið av sær aftaná at vera afturkomin úr Tjetjenia. Triðja kvinnan, russiski bókhaldarin Olga, sum droymir um, at dóttirin skal gerast balettdansarinna.

Hertøkan av leikhúsinum byrjar, stutt eftir at seinni partur av sangleikinum byrjar. Hetta sær út at vera ein partur av leikinum, tá 42 vápnaðir yvirgangkroppar í nýtímans búnum tysja inn á pallin. Menninir eru aftast. Fremst standa kvinnurnar, við peikandi maskinbyrsum beint móti áskoðarnum, og við bumbubeltum festum um miðjuna. 



Søguna handan svørtu einkjuna kenna vit. Og hon verður ikki minni áhugaverd tá ið vit hitta hana í sprell livandi líki á Tjóðpalli Føroya. Innast inni vita vit, hvør hon er. Onki menniskja, í sínum besta blóma og við framtíðarvónum bindir eina bumbu um sína miðju. Hetta gera bert spilt og oyðiløgd menniskju.

Gunnvá Zachariasen hevur leiklutin sum tann svarta einkjan . Og hetta megnar hon framúr væl. Leikluturin er trupul, myndin kann lættliga gerast svørt/hvít og yvirspælast. Men Gunnvá klárar tað. Hon er á markinum. Tú merkir hennara innara rastloysi, spenningin, júst sum eina tikkandi bumbu. Nær man hon fara at eksplodera?

Mótsetningurin er læknin Tamara, leiktur av Súsannu Tórgarð. Lýsingin av hesum báðum persónum sum mótsetningar er ógvuliga rørandi. Tað kalda og oyðilagda menniskja mótvegis tí heita og fjálga. Hon hevur valt leking og plástur uppá sárið sum sítt lívsstarv. Hetta fær ísakalda klumpin í búkinum at brána.

Tann triðja , Olga, verður leikt av Biritu Mohr. Ein góðslig kona, sum brúkar næstan eina heila mánaðarløn, tí hon so fegin vil í leikhúsið. Hon, maðurin og dótturin. Einasta ynski er at síggja ein sjónleik, sum hevur ein happy end. Myndin av tí níggju ára gomlu dótturini í hvítum balettskóm er knívsskorin. Og nú fert tú at gráta. 



Leikurin er væl skrivaður, knappur í vending, og við spenningi fylgja vit hesum trimum kvinnum, áðrenn tær møtast í leikhúsinum. Kendist kanska eitt sindur striltið at fáa leikin í gongd, men tá ið tú hevði vant teg við at síggja hinar áskoðarnar, plaserað leikararnar og góðtikið nógvu fremmandu heitini, bar til at slappa av og njóta leikin.

Og tó, hetta er ikki ein leikur, har tú sleppir at flýggja inn í tín egna hugaheim og rura teg í blund. Tvørturímóti. Tú verður skrykt upp úr innlivilsinum og konfronterað við dokumentarisku fakta. Og tú hugsar: Hvussu kann hetta henda. Hví hendir tað, og ikki minst, vónin - at tað má finnast ein loysn, hóast tú kennir endan. 



Ria Tórgarð hevur leikstjórnað Nordost, og hevur tað veruliga eydnast henni at temja tríggjar sterkar leikarar. Hon heldur teimum í strømmum teymum meðan sorgin, vónloysi og hatri, galoperar innaní. Teimingin er ótrúliga góð, og viðhvørt kennast tær so nær, at hjartaslátturin títtast og tú heldur andanum og bíðar í spenningi, sjálvt eisini tá onki hendir.

Pallmyndin er ráð og køld og næstan nakin. Og sama er við ljósinum. Og hetta er framúr gott. Leikarnir hava ongan kjans at fjala seg, ei heldur at lúgva. Spælið verður rátt, erligt og beint í fjesið. Og tó. Eg haldi, at tunnir, stigar og annað virkaði næstan sum órudd. Hetta hevði onki, hvørki við leikin ella leikarnar at gera.

Og bleiktrandi ljósið á læknan var ikki ein ambulansi og ei heldur flimrið frá einum drive in- biografi. Hetta var eitt tekniskt brek. Men tað virkaði. 



Leikurin Nordost er hending frá veruliga lívinum og í leikinum spegla kvinnurnar sær í lagnuni hjá hvørji aðrari og læra av tí tær síggja. Og hetta fríggjakvøldið gjørdist eitt sætt drama. Meir dramatiskt enn tað tú nakrantíð upplivir framman fyri skíggjan og enn tá við Gekki á borðinum. Á Tjóðpalli Føroya er onki hokus pokus og ongar trillandi milliónir. Men Tjóðpallurin hevur vunnið. Við leikinum Nordost hevur tað enn einaferð eydnast at ríka okkum. Vit vera bjóðaði við uppí kjakið. Og ikki minst, vit eru eisini við í tí, sum gongur fyri seg á sjónleikarpallinum í Evropa. Og tað er ein frálík spegilsmynd, sum vit eiga at hyggja nærri at.