Hjartamálið hjá Henriki Old kostar 15-30 milliónir

Men harafturat eigur tað at fáa 20 milliónir krónur um árið at arbeiða fyri

Tað, sum nú liggur á borðinum av pengum røkkur ikki langt. Tað staðfestir Landsverk, nú løgtingið er farið at snikka fíggjarlógina fyri næsta ár, saman.

 

Henrik Old, landsstýrismaður, hevur havt eitt hjartamál um at Landsverk skal stovna eitt sjakk sum skal gera tunlar til ymisk smápláss, bæði til Fámjins, Dals, Tjørnuvíkar og Gjógv, og kanska aðrastaðni við.

 

Hann er vísur í, at verður tað ikki gjørt, fáa hesar bygdirnar aldrin tunnil, tí tað hevur verið tosað um tað í ein mansaldur, men tað eydnast aldrin at seta tær í íløguætlanina hjá Landinum.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelagið hevur lisið ætlanina niður í sand og øsku, tí tey halda, at hetta er burturspiltir pengar.

 

 

Les meiri um tað her: Henrik Old heldur bygdafólk fyri spott

 

 

Sum fíggjarætlanin nú sær út, skulu sjey milliónir setast av til endamálið næsta ár, og Landsverk er samdur í, at við eini so lítlari upphædd, koma tey ikki langt. Men Landsverk málar kortini ikki eina so dapra mynd, sum arbeiðsgevarafelagið ger.

 

Landsverk sigur, at í fyrstu atløgu verður neyðugt at keypa útgerð fyri 15 – 30 milliónir, alt eftir um talan skal vera um brúkta útgerð, ella nýggja.

 

Og harafturat sigur Landsverk, at fær eitt slíkt tunlasjakk 20 milliónir at arbeiða við um árið, ber væl til at halda arbeiðið gangandi, tí so ber til at arbeiða alt árið, men bara í vanligari arbeiðstíð.

 

Landsverk metir, at fyri hesa upphædd ber til at gera einar 750 metrar av tunli um árið, og tað er nógv bíligari enn metingin hjá Arbeiðsgevarafelagnum sigur.

 

Tað merkir, at at Landsverk kann gera tunlarnar bíligari enn ein privatur arbeiðstakari – men ikki líka skjótt. Men talan er kortini ikki um meira enn eini fýra ár fyri tunnil ið er tríggjar kilometrar langur. Tá ið tunnilin er liðugt sprongdur ígjøgnum, má so roknast við at tað fer at taka eitt, ella tvey ár at gera alt allar vegir, og alt annað, liðugt og tí fer at ganga nakað av tíð frá tí at ein tunnil er liðugur, til farast kann undir tann næsta.

 

Landsverk heldur kortini, at verður játtanin bara tær sjey milliónirnar, ber væl til at fara undir fyrireikingar til tunlasjakkið, men so má meiri játtast til útgerð seinni.