Hjartaliga vælkomnir til Føroya

Røða løgmans við sam­­komu í Norður­land­a­­hús­i­num í sam­bandi við, at að­al­kons­ul­át Ís­lands lat upp 1. apríl 2007

Uttanríkisráðharri Íslands Val­gerð­ur Sverrisdóttir – að­al­konsul Íslands í Før­oy­um Eiður Guðnason – al­tings­limir – løgtingslimir – kæra samkoma.
Henda vakra apríldag, har várið nú endiliga hevur fing­ið bilbugt við ein lang­an og strævnan vetur, merkja vit í Føroyum eitt fleyr av altjóða vindum. Hetta er ein merkisdagur sæð í uttanríkispolitiskum høpi, tí hetta er fyrstu ferð í nýggjari tíð, at vit fáa dip­l­o­mat­iska umboðan her á landi. Eina umboðan, sum ber boð um, at vit eru partur av alheiminum.
Vegna almennu Føroyar skal eg ynskja íslendska að­al­konsulátinum og að­al­konsl­i­num hjartaliga vælkomin til Føroya og til Havnar.
Við ymisk høvi, havi eg sagt, at Føroyar ivaleyst telj­ast millum tey einamest avbyrgdu londini í Evropa. Vit eru ikki við í ES, vit eru ikki við í EFTA, vit eru ikki við í EBS, og vit eru ikki fullgildugur limur í Norð­ur­landaráðnum.
Hetta er ein støða, sum vit vilja at gera nakað við. Iso­la­s­jón er vegurin til stagn­a­sjón og afturgongd, með­an samstarv er vegurin til vøkstur og framburð.
Hoyvíkssáttmálin er eitt skil­a­gott stig á vegnum, sum vit fegnast um. Hesin sátt­máli er okkara fyrsta ver­u­liga formliga stig út í al­tjóð­a­gerðina. Fyrstu stigini eru neyð­ug fyri at taka tey næstu, tí eisini vit vilja sleppa víðari út í heim.
Navnframi bretski pol­it­ik­ar­in Winston Churchill segði ein­a­ferð, at tjóðir hava ikki var­andi vinir ella varandi fíg­g­indar, men einans var­andi áhugamál. Hyggja vit út yvir heimskortið, so mugu vit ásanna, at hetta fram­­vegis er galdandi. Fyrr­verandi fíggindar eitt nú Stór­a­bretland og Týskland ar­beiða nú hond í hond, með­an fyrrverandi vinalond, sum eitt nú USA og Irak hava lig­ið í kríggi.
Vit føroyingar hava ta fat­an, at tað liggur meira í sam­­starv­inum millum Ísland og Føroya enn áhugamál, sjálvt um vit innast inni vita, at áhugamálini hava al­stór­an týdning. Vit hava lang­ar og drúgvar tradisjónir fyri samstarvi á so nógvum økj­um, tó serliga innan fiski­vinn­una.
Hin vegin er tað heldur ikki sørt, at ávísir føroyingar hava hug at óttast framsókna ís­lendska íløguhugin. Vit hoyra dag og dagliga, at ís­lendingar keypa danskar og bretskar fyritøkur, og vit síggja somu ábendingar her á landi. Ein íslendskur í­løg­u­hugur, sum ivaleyst fær trongskygdar sálir at pipr­ast.
Góða samkoma.
Størsta forðingin fyri fram­burði – í vinnulívinum og í sam­felagnum sum heild – er trongskygni. Tí er neyðugt við lærdómi og íblástri utt­an­í­frá. Vit mugu alla tíð­ina víðka sjónarringin, og tað gera vit best við at sam­starva.
So góðu landsmenn, lat­ið okkum fokusera uppá møg­u­leikar heldur enn forðingar.
At alheimsgerðin tekur al­samt størri dik á seg, merk­ir, at innanlands– og utt­an­landsviðurskifti verða alt meiri samantvinnað. Til­gongdin skapar eina støðugt broytta heildarmynd, ið hevur við sær stórar avbjóðingar fyri Føroyar, bæði politiskt, bú­skaparliga, sosialt og ment­anarliga.
Heimurin verður alsamt meiri at líkna við ein og sama marknað við øktum frælsi fyri vørur, kapital, tæn­ast­ur, fólk og fyritøkur – ein tilgongd, grundað á økt og meiri bindandi pol­it­iskt og búskaparligt sam­starv, umframt óformligar sam­gong­ur og netverk. Hoy­víks­sátt­mál­in er týdningarmikið stig út í heimin, men søgan endar ikki her. Nú mugu vit líta longur suður í heim.
Regin Dahl, sum andaðist í vik­uni, spyr í einari av vøkru yrkingum sínum: “Hvar er rás um reynið???”Her hava vit funnið eina gongda rás, men eitt er vist, tað finnast fleiri rásir. Tær finna vit bert, um vit hyggja upp og líta út í heimin við áræði og leitandi eftir møguleikum. Tí Føroyar eru ein tjóð við ríkum tilfeingi, vit eru eitt mentafólk, vit eru eitt evnaríkt fólk, vit eru eitt virkisfúst fólk og vit hava lætt við at laga okkum til broytingar – júst hetta nærfeingi er ein grundleggjandi fortreyt fyri alheimsgerðini, sum vit eru á veg inn í. Rásin er ruddað, so nú er at fara til gongu nið­aná.
Góðu íslendingar hjart­a­liga vælkomnir til Føroya!
Um heilt stutta tíð fara vit at hava móttøku í Íslandi, tá vit lata okkara sendistovu í Reykjavík upp.
Takk fyri.

Jóannes Eidesgaard
løgmaður