Hjartafelagið kannar suðuroyingar

Tíðindaskriv

Hjartafelagið fer í næstum undir sítt árliga tiltak við fyrilestrum og tilboð til fólk at verða kannað
Hesaferð hevur Hjartafelagið valt Suðuroynna, og verður tiltakið í skúlahøllini í Trongisvági fríggjadagin og leygardagin.
Fríggjadagin kl. 19.00 verður fyrilestur, har Heðin Thomsen, yvirlækni greiðir frá hjartasjúku og viðgerð av hjartasjúku og um úrslitini av kanningum, sum hjartafelagið hevur gjørt aðrastaðni í Føroyum. Jórun Petersen, fysioterapeutur, heldur fyrilestur um íðkan og týdningin av kropsrørslu fyri heilsuna. Høvi verður at seta spurningar.
Leygardagin kl. 9.00 til 16.30 verður opið hús í skúlahøllini í Trongisvági, har fáa fólk høvi at máta sitt kolesterol, blóðtrýst, blóðsukur, hædd og vekt. Beinta Augustinussen, kostráðgevi, og Tina Midjord, økonoma, verða hjástaddar at vegleiða um kost. Høvi verður eisini at fáa gjøllari kunning um fyri-bygjan og viðgerð av hjartasjúku. Eitt spurnarblað við fýra einfaldum spurningum verður at fylla út.
Tá blóðroyndirnar eru kannaðar, verður úrslitið sent hvørjum einstøkum í brævi saman við nøkrum viðmerkingum.
Tiltakið er fyri øll og øll eru vælkomin, sigur Hjartafelagið.