Hjartabarnið hjá Rúnari selt fyri 10 milliardir

Amerikanska Etsy hevur keypt fyritøkuna Depop, sum Rúnar Reistrup hevur verið við til at bygt upp sum stjóri og partaeigari

Bretska fyritøkan Depop, sum føroyski Rúni Reistrup, hevur verið stjóri fyri í fleiri ár, er nú seld fyri einar 10 milliardir. Keyparin er eingin minni enn risastóra amerikanska fyritøkan Etsy, sum er eitt online sølutorg, har fólk og smærri fyritøkur selja alt millum himmal og jørð.

 

Nýggja avtalan kemur ikki óvart á fyrrverandi stjóran Rúnar Reistrup, tí hann hevur fylgt fyritøkuni tætt, síðan hann fór frá sum stjóri í 2016.

 

– Eg havi allatíð havt eina nokkso greiða hóming av, hvat fyritøkan er verd. Tí er tað ikki eitt so stórt yvirraskilsi, men tað var eitt sindur óvæntað, at Etsy valdi at keypa alla fyritøkuna, sigur Rúnar Reistrup í samrøðu við Sosialin.

 

Depop passar væl til Etsy

 

Konseptið við Depop passar væl til Etsy – tí Depop er nevniliga eisini eitt online sølutorg, har til ber hjá øllum at keypa og selja vørur. Depop er serliga populert millum mótaáhugað ung, sum brúka tað sum ein sosialan pall at keypa og selja endurnýtsluklæði. Í løtuni eru umleið 30 milliónir skrásettir brúkarar í meira enn 150 ymsum londum.

 

Hóast Etsy hevur keypt fyritøkuna, so fer Depop enn at halda fram í sínum verandi líki í staðin fyri at smelta saman við Etsy sølutorginum. Tað fegnast fyrrverandi stjórin um.

 

– Eg rokni við, at Etsy ger rætt í at koyra Depop víðari sum eina sjálvstøðuga eind við sínum egna brandi. Hitt hevði verið eitt sindur keðiligt at sæð, sigur Rúnar Reistrup.

 

– Hetta er jú mítt hjartabarn. Tá mann hevur verið við til at bygt tað upp og lagt so nógvar tímar og dagar í tað, so er tað stuttligt at síggja, at tað heldur fram, sum tað var.

 

Menti Depop til nakað stórt

 

Rúnar Reistrup gjørdist stjóri í Depop í 2013, og hann eigur stóran lut í framgongdini hjá Depop, tí hann var við til at byggja fyritøkuna upp frá einari lítlari fyritøku til eina stóra og virðismetta altjóða fyritøku.

 

Ævintýrið byrjaði í London, tá hann arbeiddi í leiðandi starvi fyri telefelagið Vodafone. Hóast hetta starvið var spennandi og fult av møguleikum, valdi hann í 2013 at taka av tilboðnum at blíva stjóri í lítlu fyritøkuni Depop, sum tá "bara" hevði um 50.000 brúkarar. Avbjóðingin var at fáa Depop inn í altjóða marknaðin, men tað gekk skjótt, og so lótu tey deildir upp í eitt nú USA og Milano – og talið av dagligum brúkarum fór eftir stutta tíð væl upp um milliónina.

 

Í 2016 fór Rúnar Reistrup frá sum stjóri í Depop fyri at flyta til Føroya.

 

– Vit hugsaðu stórt beinanvegin

 

At Etsy hevur keypt Depop er í sjálvum sær sera stórt. Rúnar ivast ikki í, hvør orsøkin til succesina hjá Depop er.

 

– Vit hugsaðu rættiliga stórt frá byrjan av. Eg helt beinanvegin, at enski marknaðurin var for lítil, og at vit tí máttu royna at sleppa inn í USA. Tað gjørdu vit í 2015, og eg haldi, at hetta var ein av viktigastu avgerðunum, sigur hann.

 

– Tað hevur eisini gjørt mun, at mann í Depop allatíð hevur verið rímiliga kompromisleysur – bæði viðvíkjandi sjálva produktinum og starvsfólkum og teimum avtalunum, mann fór inn í. Tað hevur allatíð handlað um at hava eina øgiliga greiða visión um, hvat vit ætlaðu, greiðir Rúnar Reistrup frá í Sosialinum.