Hjartað er við í Norðoyggjum

? Fólkið í Norðoyggjum og í Leirvík føla nakað fyri økinum, og tey vilja offra seg og sínar pengar fyri at skapa nakað. Tí eru økini væl fyri, heldur stjórin í Norðoya Sparikassa

Hóast niðurgongd er í búskapinum, og tað rakar tey flestu økini í landinum, er støðan ymisk frá einum øki til annað. Norðoyggjar hava síðani kreppuárini verið væl fyri búskaparliga og hava staðið seg betur enn onnur útjaðarøki í landinum.
Stjórin í Norðoya Sparikassa heldur, at ein týðandi orsøk er til tað.
? Norðoyingar hava hjartað við í tí, teir gera. Fólkið í Norðoyggjum og í Leirvík føla nakað fyri økinum, og tey vilja offra seg og sínar pengar fyri at skapa nakað. Tað verður ikki bara hugsað um ein løtuvinning og at fáa sum mest burtur úr sjálvur, men eisini um at skapa virksemi og framgongd, sigur Eyðfinn Reyðberg.
? Tað hevur gjørt, at Norðoyggjar komu seg so væl eftir kreppuna og framvegis eru væl fyri. Tað er ein drívmegi í fólkinum, sum er avgerandi fyri, at økið kann klára seg. Og vit seta prís á tey fólkini, sum vilja nakað og gera nakað. Vit ganga ikki og øvunda nøkrum ella illneitast, sigur Eyðfinn Reyðberg.
? Hetta síggja vit eisini aftur í øðrum økjum, til dømis í Runavík og í høvuðsstaðnum.

Tað ber til
Stóra avbjóðingin hjá Norðoyggjum næstu árini verður eitt samfelag við føstum sambandi til meginøkið, og tað fer at krevja nógvar og ymiskar íløgur.
? Í løtuni eru Norðoyggjar eitt øki, sum stendur í stað, men skulu vit aftur hava vøkstur í fólkatali og búskapi, mugu vit gera neyðugar íløgur á landi. Gera vit ikki tað, fáa vit ikki vøkstur aftur, sigur Eyðfinn Reyðberg.
? Vit mugu gera íløgur í framtíðina. Vit mugu altíð hava grundøki til sethús tøk, vit mugu skapa fleiri arbeiðspláss ? eisini almenn ? og vit mugu gera Norðoyggjar til eitt attraktivt stað at búgva, og tað gera vit millum annað við at menna frítíðar- og handilslívið.
Stjórin í Norðoya Sparikassa heldur, at lokalsamfelagið megnar at lyfta uppgávuna.
? Um allar góðar kreftir arbeiða saman, so klára vit at gera tær íløgur, sum eru neyðugur. Tað eru ikki størri, enn at vit megna tær, um vit vilja, sigur Eyðfinn Reyðberg.