Hjartað bankar fyri Arsenal

Thierry Henry spælur fyri Barcelona, men hjarta hansara liggur hjá Arsenal, og ein dag vendur hann aftur til felagið

Franski áloyparin, Thierry Henry, hevur møguliga skift Arsenal-troyggjuna út við eina Barcelona-troyggju, men hjartað brennir enn fyri London-felagnum. Og onkran dagin kemur hann aftur, proklamerar hann sambært The Daily Telegraph. - At spæla fyri Arsenal í átta ár, vinna og tapa á Highbury, gleðina og sorgina, alt var simpulthen fantastiskt. Eg eri stoltur av at hava spælt fyri Arsenal og vera ein fjeppari. Fyrr stuðlaði eg ikki nøkrum felagi, men í dag eri eg Arsenal fjeppari, og tað er ringt, ikki at fylgja við í gongdini í hvørjum dysti. - Man kemur ofta aftur til tað staðið, har man hoyrurr heima. Tí vóni eg at eg sleppi at arbeiða fyri felagið aftur, onkran dag. Tann 30-ára gamli áloyparin ásannar tó at um hann eventuelt kemur aftur, verður tað nokk ikki sum aktivur fótbóltsspælari.