Hjaltur fingið familjuna til Grønlands

- Tað gongur hampiligt at taka ímóti fiski. Vit hava fingið umleið 60 tons í lastina og nakað er á dekkinum, sigur Símun í Vátutoft, kokkur umborð á Ågot.

Skiparin á Ågot, Hjaltur Poulsen, sum tekur ímóti svartkalva frá grønlendskum jollu-fiskimonnum í Umanak-fjørðinum, hevur nú fingið konu sína, Mariu, yvir til Grønlands at hjálpa til á barnaheiminum í Umanak.

 

Meðan tey eru í Grønlandi, gongur dóttir teirra, Steintóra, eisini í skúla í Umanak.

 

- Maria og ein donsk kvinna, sum eisini hjálpir til á barnaheiminum, komu umborð í dag við nøkrum av børnunum. Tær vóru á veg til eina oyggj tætt við, her vit liggja, at fóðra hundarnar hjá barnaheimimum.

 

Tað veit Símun í Vátutoft, kokkur umborð á Ågot, at siga í kvøld, nú In.fo aftur hevur frætt úr Grønlandi.

 

Símun hevur verið óførur at lata frætta, síðan teir fóru til Grønlands at taka ímóti fiski frá grønlendskum útróðrarmonnum og hava landað har yviri fleiri ferðir.

 

- Annars gongur hampiligt at taka ímóti fiski. Vit hava fingið umleið 60 tons niður í lastina og nakað er á dekkinum. Vit skulu helst inn til Umanak at landa seinni í hesi vikuni.

 

Símun í Vátotoft veit at siga, at tá teir koma inn, fer skiparin, Hjaltur Poulsen, í land at halda frí í Umanak. Meðan Hjaltur er í landi, verður Christian Olsen skipari, og Mikkjal P. Lamhauge, sum er komin umborð at loysa av, verður stýrimaður.

 

- Hjaltur og Maria skulu búgva í einum húsum í Umanak, sum barnaheimið eigur, veit Símun í Vátutoft at siga úr Grønlandi í kvøld.