Tann 2. november gav Hjalti Skaalum út fløguna Sum árini ganga. Hjalti segði herfyri við Sosialin, at hann fegin vildi geva út eina fløgu, sum var eitt alternativ til allar hinar góðu fløgurnar, ið koma út í Føroyum. Og Hjalti hevur givið okkum eina veitslukontri-fløgu, sum eigur at fáa sjálvt teir harðastu mótstøðumenninar av kontri at sveiggja tærnar.
Afturat sær, hevur Hjalti mannað tónleikin við nøkrum av teimum mætastu tónleikarunum í Føroyum, og hetta hevur avgjørt lyft hesa fløguna nógv stig uppeftir dygdarstiganum. Arnold Ludvig og Rógvi á Rógvi geva okkum enn einaferð ein supersvingandi botn. Ólavur Øster og Jákup Zachariassen spæla sær kring botnin. Og síðani eru eisini fleiri mætir tónleikarar, sum hava smærri leiklutir á fløguni, so tað tónlistarliga handverkið er uppá pláss á Sum árini ganga. Og so átti grundarlag verið til staðar at gera eina fína fløgu.
Sjálvur syngur Hjalti, og hansara rødd er sjarmerandi saman við væl leikta tónleikinum. Tó er Hjalti ongin Pavarotti, men hansara rødd riggar væl til tónleikin.
Løgini bera brá av tí eldru tónleika traditiónini. Her hendir onki óvæntað - alt er púra eftir bókini, og tað ger kanska fløguna keðiliga fyri summi; og deiliga fyri onnur.
Á fløguni tulkar Hjalti løg hjá kendum útlendskum tónleikarum. Løg hjá Jim Reeves, Vikingarna og Kjeld Heick verða koyrd í kvørnina hjá Hjalta, og hetta er sera stuttligt at hoyra. Serliga dámar mær væl I love you because hjá Jim Reeves. Tó hevur Jim Reeves munin, tá ið vit samanbera røddirnar hjá teimum báðum. Annars eru heilt vist nógvar perlur á fløguni. Fløgan er eitt hugnaligt og gott íkast til Tit skriva - vit spæla, tí hetta er tónleikur fyri tilkomin fólk. Munnu onkur løg ikki enda sum fólkaogn? Tað kann eg væl ímynda mær.
Finnur Hansen hevur upptikið, ljóðblandað og spælt ymiskt á fløguni. Og Finnur sleppur sera væl frá hesu uppgávu. Hann hevur funnið eitt sound, sum er sera hóskandi til tónleikin. Og eisini eru upptøkurnar sera snotuligar og ruddiligar, akkurát sum tað eigur at vera í tílíkum tónleiki.
Hetta er ein góð útgáva, sum avgjørt riggar til dans på brygga og tílík tiltøk.