Hjalti Mohr: Verjuspælið bjargaði okkum sigurin

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Hjalta Mohr Jacobsen (Kyndil) taka samanum Kyndil-Neistin 30-23 (14-12)

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Hjalta Mohr Jacobsen hjá Kyndli, aftaná 30-23 sigurin hjá Kyndilsmonnum ímóti Neistanum fyrr í kvøld.

 

Hjalti heldur, at tað var serliga ein perioda í seinna hálvleiki, sum var góð, har teir grønu við framúrskarandi verjuspælið í 10 minuttir vunnu dystin. Hann staðfestir tó, at í hondbólti er eingin leiðsla trygg, og stríðast má fyri at halda einari leiðslu.

 

Aftaná eina vánaliga byrjan uppá kappingina heldur Hjalti, at gott skil er komið á Kyndil, har liðið seinastu fimm dystirnar hevur tryggjað sær átta stig.