Stjóri á Havstovuni er nú Eilif Gaard, doktari í havlívfrøði. Hann tekur við eftir Hjalta í Jákupsstovu, sum hevur røkt hetta starv í 22 ár. Seinnapartin í gjár var almenn móttøka á Havstovuni í sambandi við, at Hjalti í Jákupsstovu nú er farin frá sum stjóri á stovninum vegna aldur.
Eftirmaður hansara er Eilif Gaard, doktari í havlívfrøði. Hann hevur starvast á Havstovuni síðan 1987.
Nógv fólk vóru til móttøkuna á Havstovuni í gjár.
Fleiri røður vórðu hildnar, og gávur vórðu handaðar nú fyrrverandi stjóranum, Hjalta í Jákupsstovu og eftirmanni hansara, Eilifi Gaard.
Millum teir, sum høvdu orðið, vóru eitt nú landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen, Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya og Bogi Hansen, sum eisini er doktari og starvsfelagi hjá Hjalta og Eilifi gjøgnum mong ár.
Nógv rósandi orð vórðu borin Hjalta í Jákupsstovu fyri hansara leiðandi leiklut á Havstovuni, eins og vónirnar um, at Eilif Gaard fer at roynast hollur, eru stórar.