Hjalti í Jákupsstovu: Ogn Førøya fólks verður latin privatfólki upp í hendurnar at selja fyri egnan vinning

Í lógini um vinnuligan fiskiskap stendur m.a.

§ 2. 2) 3)Livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar, eru ogn Føroya fólks

Á fleiri tíggjutals fundum hava føroyskar sendinevndir seinastu 10-12 árini í samráðingum við onnur strandalond vart áhugamálini hjá Føroyum í pelagisku stovnunum norðhavsild, svartkjafti og makrelí. Hetta í teirri trúgv, at tað var ogn Føroya Fólks, sum tær varaðu av. Nógvar kostnaðarmiklar rannsóknir hava eisini verið, at byggja undir føroysku krøvini. Komið er næstan á mál, og sigast kann við hampuliga góðum úrsliti. Harðastu mótpartarnir í hesum samráðingunum hava verið Noreg, Ísland og EU.
Men nú vísir tað seg, at tað var ikki ogn Føroya fólks samráðingarnar snúu seg um. Privatfólk
hava síðan selt burturav hesum ognum til onnur feløg í Føroyum. Feløg, sum heilt ella í heilt stóran mun, eru íslendsk og norsk ogn. Fólkini, sum selja, kunnu stinga vinningin, 100-300 milliónir skattafrítt í lumman, at síggja til púra lógliga. Men hvar er eftirlitið við ognunum hjá landinum? Hvar eru Løgtingsgranskoðararnir? Og hvar er Landsgrannskoðarin, varðar hann ikki av ogn Føroya Fólks?
Á fundi á Hotel Føroyum í vár um tilfeingisgjald var vinnan, bæði eigara og manningarfeløg í móti slíkum akademiskum fjasi. Men í mínari verð kundi tilfeingisgjald í hesum førum verið latið, um ikki annað, so um skattin.
Alt gott um visjónir, men tað sum landið við hesum sølum, fleiri ferðir hevur latið gingið um seg, hevur einki við visjónir at gera. Alt annað.

Hjalti í Jákupsstovu