Hjalti hevur spælt seg víðari

OYL 15: Hjalti Mohr Jacobsen hevur í morgun spælt seg víðari í single kappingini hjá monnum í tennis

Single kappingin hjá monnum í tennis, er í morgun byrjað. 64 luttakarar kappast í fyrstu innleiðandi runduni, har vinnararnir spæla seg víðari millum 32 teir bestu.

 

Og higartil er avgjørt, av tveir føroyingar koma at vera millum 32 teir bestu. Nicholas Petersson, ið fyri fyrstu ferð er til oyggjaleikir fyri Føroyar, er undan kappingini seedaður, soleiðis at hann er tryggjaður eitt pláss millum 32 teir bestu.

Afturat honum, hevur Hjalti Mohr Jacobsen eisini leikt seg víðari í morgun.

 

Hjalti vann sín dyst móti Santiago Gomez úr Ynys Mon 2-1. Hjalti vann fyrsta sett 6-1, meðan mótstøðumaðurin vann annað sett 6-4. Síðani var farið til ein tiebreak, har Hjalti vann 10-4.

 

Tveir aðrir føroyingar spæla eisini í single kappingini í dag. Martin N. Simonsen spældi í morgun móti Karl Lindberg frá Gotlandi, har Martin tapti 2-0.

 

Pætur M. Dahl byrjar ikki uppá sín dyst fyrrenn klokkan 13:30, tá hann skal spæla móti Alec Archo Havrén frá Gotlandi.

 

Hjalti Mohr Jacobsen skal í runduni fyri 32 teir bestu møta Billy Harris frá Isle of Man, meðan Nicholas Petersson skal spæla móti Jack Keyes frá Bermuda. Møguleiki er eisini fyri, at Pætur M. Dahl spælir seg víðari millum 32 teir bestu í kappingini.