Á Toftum hevur gleðin ikki lagt seg, eftir at toftafólk vunnu niðurflytingar dystin móti NSÍ, og eftirfylgjandi hoppaðu borg og endaðu á sætta pláss frammanfyri bæði 07 Vestur og AB.
Felagið hevur gjørt nýggjan trý ára sáttmála við venjaran Jákup á Borg. Tað var eftir at hann tók yvir, at Hjalt Strømsten av álvara stemplaði inn í hesum kappingarárinum. Tað gjørdi hann við sannførandi avrikum í miðverjuni.
Nú hevur felgið eisini longt sáttmálan við síðhærda miðverjan, sum er uppvaksin í Víkingi og hevur í millum tveir túrar á Svangaskarði spælt við Skála, áðrenn hann endaliga tók túrin inn á Toftir. Sum skilst á Toftum, so verður arbeitt við at leggja afturat hópinum til komandi kappingarár.