Føroyskur ungdómur í hvítum húgvum er eitt av greiðu teknunum um, at summarferian er í nánd. Hvítan húgvan er sjónliga fráboðanin um, at her er føroyskur ungdómur, ið hevur lokið prógv á einum miðnámsskúla.
Tað er sjálvandi ein heilt serlig løta hjá teimum, ið fáa handað húgvuna, og um tað er møguligt, so var løtan uppaftur meira serliga hjá Hjalta Olsen, tá hann fekk handað húgvuna á Kambsdali í morgun.
Hjalti Olsen er nevniliga ikki bara fyrsta pisan á Kambsdali í ár, men er hann fyrsta pisan í nýggja samanlagda skúlanum, Miðnámi, nakrantíð.
Síðsta royndin hjá Hjalta Olsen, ið hevur gingið í 13A á búskaparbreytini, var í enskum, og var tað Joan Gardar, lærari, ið setti húgvuna á høvdið hjá nýklaktu pisuni.
Í samband við samanleggingina hevur Miðnám á Kambsdali fingið nýtt búmerki, sum ímyndar tvær ternur á flogi. Nýggja búmerki er nú eisini á húgvunum hjá miðnámsskúlanæmingunum á Kambsdali.