Hjalte og Nina vitjaðu MC-Søluna

Í sambandi við vitjanina hjá donsku hjúnunum Hjalte Tin og Nina Rasmussen í Føroyum, skipaði MC-Sølan týsdagin fyri eini hugnaløtu, har fólk kundu koma at heilsa upp á tey og evt. seta teimum spurningar.

Hjalte og Nina hava ferðast kring landið og m.a. hildið fyrilestur í Norðurlandahúsinum, um hvussu tey í umleið 30 ár hava ferðast í nógvum londum kring um í heiminum á motorsúkklu.


Hóast tey hava ferðast í nógvum ymiskum londum og upplivað nógv, halda tey at Føroyar er eitt sera vakurt oyggjaland við eini og sermerktari og flottari náttúru.


Tey skulu m.a. til Dímunar, áðrenn tey fara heim aftur til Danmarkar hósdagin.