Hjálpti einki at klaga borgarstjóran

Marin Katrina Frýdal fekk ikki viðhald, tá ið hon klagaði borgarstjóran

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur í Havn, fekk ikki viðhald frá Kommunala eftirlitinum, tá ið hon klagaði borgarstjóran, Heðin Mortensen.

 

Tá ið Tórshavnar Kommuna samtykti fíggjarætlanina fyri í ár, gjørdi Marin katrina Frýdal vart við, at sum so tók hon undir við fíggjarætlanini, men hon vildi kortini fáa nakrar viðmerkingar í fundarbókina um, at hon vildi hava onkrar broytingar.
Men tað noktaði Heðin Mortensen henni og tískil klagaði hon.

 

Kommunala eftirlitið staðfestir, at býráðslimir hava rætt til at fáa serligar viðmerkingar í fundarbókina.

Men treytin er, at viðmerkingarnar eru í samsvari við støðuna hjá einum býráðslimi til málið, ósemja er um.

 

Sostatt ber ikki til at fáa eina viðmerking í fundarbókina, táið viðmerkingin er í samsvari við støðuna hjá býráðsliminum annars.

 

Hinvegin hevði Marin Katrina Frýdal havt møguleika at atkvøtt ímóti fíggjarætlanini og tá hevði tað borið til at fingið tað við í fundarbókina, hví hon atkvøddi ímóti.