Hjálpin frá landsstýrinum ger ikki stóran mun

Missurin er 3,9 - 4,4 milliónir, men landsstýrið vil bara játta 600.000 krónur

Ikki minst eru tað tónleikarar, sum hava mist nógva inntøku í koronu-tíðini

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, hevur nú lagt ein nýggjan hjálparpakka fyri Løgtingið. Hesa ferð er tað um at stuðla listafólki, sum hava mist inntøkur av tí at tiltøk hava verið avlýst av koronu. Í hesum sambandi kunnu listafólk fáa stuðul fyri mistar inntøkur í tíðini frá 9. desember í fjør til 31. januar í ár, og tilsamans er stuðulin í mesta lagi 600.000 krónur, sum listafólkini sostatt skulu býta ímillum sín.

 

Men sambært listafólkasambandinum, Lisa, ger hesin hjálparpakkin ikki stóran mun. Í eini viðmerking til uppskotið siga tey, at tey hava roknað seg fram til, at síðani seinasti hjálparpakkin fór úr gildið 30. apríl, hava listafólk mist onkutaðni ímillum 3,9 og 4,4 milliónir í inntøku.

 

Síðani 30. apríl í før hevur virksemið verið ógvuliga skert og tað er ringt at klára seg, tí frammanundan er lønin ikki serliga høg, sigur Lisa. Tí vilja tey hava, at nýggi hjálparpakkin tekur við tann fyrsta mai í fjør, tá ið hin fór ur gildið. Samstundis halda tey, at tað er hóskandi at 4,3 milliónir verða í hjálparpakkanum, og ikki bara 600.000 krónur sum landsstýrið ætlar.

 

Jenis av Rana, landsstýrismaður í Mentamálum, sigur í uppskotinum, at hjálparpakkin er galdandi frá 9. desember tí tá vórðu tilmælini hjá landsstýrinum herd. Tá vóru tilmælini, at skeinkistøð, jólaborðhald, og annað, skuldu avmarkast mest møgulig fram til 31. januar 2022.

 

Jenis av Rana sigur, at tað er fyri hetta tíðarskeiðið, at stuðul verður latin og tískil tekur hann ikki tikið undir við ynskinum frá Lisa um at rinda stuðul frá 1. mai í fjør.

 

Ikki minst eru tað tónleikarar, sum hava mist nógva inntøku í koronu-tíðini