Virksemið hjá Hotel Hafnia, eins og hjá allari hotelvinnuni, er illa darvað av covid-19 farsóttini, og tískil hevur felagið fingið 10 milliónir krónur frá almennu hjálparpakkunum, harav 4,6 milliónir eru ætlaðar teimum føstu útreiðslunum í roknskaparárinum 2020, og hinar eftirverandi 5,4 milliónir fara til roknskaparárið 2021. Uttan fíggjarliga stuðulin hevði ársúrslitið fyri 2021 víst eitt hall á góðar 700.000 krónur eftir skatt.
Hotel Hafnia rekur virksemi innan gistingarvinnuna, sum seinastu tvey árini er illa plágað av covid-19 farsóttini, men samanlagt vísa seinastu tvey árini eitt positivt rakstrarúrslit á 800 túsund krónur.
Hóast trongt gjaldføri væntar leiðslan eina framgongd fyri árið 2022. Eginpeningurin er við árslok slakar 52 milliónir krónur, ið svarar til ein soliditet áljóðandi 19 prosent.