Hjálpardómarin, Constantine Hatzidakis, fær ongan revsing fyri hendingina í dystinum millum Liverpool og Arsenal. Tá tað bleiv bríkslað til hálvleik ætlaði vinstri bakkurin hjá Liverpool, Andrew Robertson, at siga nøkur orð við annan hjálpardómaran, men endaði við at fáa ein alboga í andlitið.
Málið hevur fingið nógva umrøðu, men niðurstøðan er at talan er eina óhepna hending, sum als ikki var ætlað sum ein albogi í andlitið á spælaranum hjá Liverpool. Hetta hava bæði Andrew Robertson og venjarin hjá Liverpool, Jurgen Klopp, góðtikið.
Constantine Hatzidakis sigur hendingina, at tað als ikki var meining, at albogin skuldi enda í høvdinum á skotska vinstra bakkinum. Hjálpardómarin sigur eisini, at hann hevur tosað við Andrew Robertson og tað var ein erlig samrøða.
Dómarafelagið, Professional Game Match Officials Limited, boðaði eftir dystin frá hendingin fór at verða eftirkannað. Seinni boðaði PGMOL frá, at Constantine Hatzidakis ikki fór at vera at síggja á síðulinjuni til nakran dyst, meðan málið bleiv kannað.