TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá VÍF, Hjalmar Klein Olsen beinleiðis á FM1 aftaná Hjalmar hevði sæð sínar menn tapa greitt 24-32 (11-16) til Kyndil í høllini á Hálsi í Havn.
Hjalmar Klein Olsen heldur, at tað gekk væl hjá VÍF ta fyrstu løtuna, men tá 10 minuttir vóru farnir steðgaði tað upp hjá teimum, og liðið brendi alt ov nógvar málmøguleikar.
Hjalmar Klein Olsen minnir tó á, at tað er ikki í november, men heldur í apríl, at ein skal toppa. Hann slær fast, at teir í VÍF fara framvegis at arbeiða hart vil venjing fyri at verða millum topp 4 liðini sum skulu spæla FM-hálvfinalurnar.
HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við seksmálsskjúttan hjá Kyndli, David Edvardsen.
HER ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum. Hoyr eisini Claus Rasmussen taka samanum dystin.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 6 | 162 | 148 | 14 | 9 |
KYNDIL | 7 | 172 | 151 | 21 | 8 |
NEISTIN | 6 | 146 | 131 | 15 | 8 |
H71 | 5 | 121 | 116 | 5 | 6 |
STÍF | 5 | 116 | 132 | -16 | 4 |
KÍF | 5 | 118 | 120 | -2 | 3 |
TEAM KLAKSVÍK | 6 | 133 | 170 | -37 | 2 |