Hjalmar Hansen verður stjóri

 Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sett Hjalmar Hansen í starvið sum stjóra í Undirvísingarstýrinum og hann tekur við tann 1. mai. Undirvísingarstýrið er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum kemur at hava fyrisitingarligar rakstraruppgávur innan undirvísingarverkið um hendi.

 

Hjalmar Hansen er 50 ára gamal og Cand.Merc.(jur.). Harumframt hevur hann leiðsluútbúgving á masterstigi við serligum denti á námsfrøði og  prógv sum HR-ráðgevi.

 

Hjalmar Hansen hevur drúgvar undirvísingarroyndir umframt hollar leiðsluroyndir í skúlahøpi og innan onnur øki, sigur Mentamálaráðið.

 

Síðan august 2015 hevur Hjalmar Hansen verið vararektari og útbúgvingarleiðari á Miðnámi á Kambsdali. Frammanundan var hann deildarstjóri á Føroya Handilsskúla á Kambsdali í 3 ár.