##med2##
Neistin togaði seg upp á annað plássið í Okkara-deildini við einum 30-24 sigri á VÍF í høllini á Hálsi í Havn. Í steðginum var Neistin á odda 16-11.
H71 er á odda í Okkara-deildini við 18 stigum. Nummar tvey er Neistin við 14 stigum. StÍF hevur 13 stig og VÍF hevur 12 stig. KÍF liggur á fimta plássið við níggju stigum. Kyndil hevur seks stig og Team Klaksvík er aftast við ongum stigi.
Neistin-VÍF 30-24 (16-11)
Neistin: Dánjal Ragnarsson 10, Rasmus Søby 4, Finnur Hansson 4, Karl Martin Olsen 4, Julian Kragesteen 3, Kristjan Dulavík 2, Johannes Bjørgvin 1.
VÍF: Filip Jojic 10, Hallur Arason 4, Jóhan í Garðastovu 3, Jákup Andrias Joensen 3, Sjúrður Olsen 2, Heini á Heygum 1, Magnus Müller 1.
jic 10,Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá dystarendanum.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við veteranin hjá Neistanum, Finnur Hansson sum er við at finna sítt góða gamla støðið aftur. Í kvøld skoraði Finnur fýra mál, og hann fegnast um avrikið hjá Neistanum, ið hann metir vera eitt trygt og gott avrik.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal við venjaran hjá VÍF, Hjalmar Klein Olsen. Hjalmar ásannar, at tað skramblaði saman hjá VÍF uppá 10 minuttir. VÍF hevði eina 5-1 leiðslu, Neistin tók timeout og 10 minuttir seinni var Neistin á odda 12-7. VÍF vann seg ongantíð inn á Neistan aftur aftaná hetta.
4) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Claus Rasmussen taka samanum eitt framúr gott avrik hjá Neistanum. Claus staðfestir, at verjan hjá VÍF hevur ikki koyrt væl seinastu dystirnar, og tað gjørdist dýrt í kvøld. Claus væntar tó, at VÍF verður at finna millum fýra tey ovastu liðini tá grundspælið er liðugt.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 10 | 290 | 229 | 61 | 18 |
NEISTIN | 11 | 299 | 267 | 32 | 14 |
STÍF | 10 | 285 | 276 | 9 | 13 |
VÍF | 11 | 306 | 296 | 10 | 12 |
KÍF | 10 | 270 | 263 | 7 | 9 |
KYNDIL | 10 | 257 | 267 | -10 | 6 |
TEAM KLAKSVÍK | 10 | 215 | 324 | -109 | 0 |