Uppi á Sandvíkarhjalla eru tey um at ganga undir í flugum. Elisabeth Joensen, dagligur leiðari á Bókamiðsøluni, greiddi í tíðindunum á Rás 2 frá, hvussu flugur, ravnar og rottur gera um seg uppi á Sandvíkarhjalla.
Orsøkin er, at brennistøðin á Sandvíkarhjalla hevur havt brek á einum ovni, og tí ikki hevur brent húsarhaldsrusk í eina tíð.
Elisabeth Joensen sigur, at hon veit ikki hvat tey skulu gera, tí væntandi fer tað at taka eitt hálvt ár at gerast liðug at brenna ruskið, ið nú liggur niðurfyri.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Elisabeth Joensen.










