Hjallur sum mobil matstova
Skerpi eitur ein rullandi hjallur hjá matstovuni Koks, sum er seks metrar langur og hálvan triðja metur breiður – og sum kann sleipast aftan á einum bili.
Ein triðingur av Skerpa er hjallur, har fiskur, kjøt og grind hongur, og tveir triðingar er eitt 10 mans borð við vindeygum, so tað ikki gerst kalt at sita har, og har kanst tú njóta útsýni úr hjallinum.
Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum sigur, at Skerpi er góðkendur til »borðreiðing« og ikki til matgerð og turking.
Fyrrapartin fóru teir so sleipandi norðureftir við Skerpa, sum kom til Syðrugøtu um middagsleitið. Hann verður tikin í nýtslu á G! Tað er Koks, ið eigur og rekur Skerpa.
Skerpi fer at verða brúktur til serlig tiltøk, so sum útlendskar fjølmiðlavitjanir við eitt nú matjournalistum. Ætlan er tá at flyta Skerpa út í náttúrna, har »ráveran« er, og har matupplivingin fer fram. Tað kundi verið í Múla, í Funningi, á Norðradalsskarði og aðrastaðni við.
Eisini fer hann at verða nýttur til tað tey kalla »private dining« framman fyri Hotel Føroyar, har Skerpi verður parkeraður, og har borðreitt verður við mati frá Koks. So er eisini at nýta Skerpa so sum á G! hesaferð, á ólavsøku, til mentanarnátt og so framvegis.
So kann hann eisini nýtast sum ein »skerpikjøtsbarr« ella ein »ræst bar«, har man IKKI sleppur inn í Skerpa, men har benkur og parasollir verða settar upp og borðreitt og selt verður úr Skerpa.
Johannes Jensen sigur, at Skerpi fer at hava »innsamlan« av kjøti, garnatálg, likkjum, vm. úr ymsum oyggjum fyri at vísa fram ymiskleikan í okkara »røstu matmentan«.
– Til dømis munin á kjøti frá eini gjeldari ær, einum lambi, einum veðratjógvi. Kanska vit finna Sperlar úr ymsum bygdum. Kanska hongur eitt visnað herðablað uttanfyri ella ein turkað gás, sigur Johannes Jensen.
Aftur við tí ræsta verður skonktur Grønur vistfrøðiligur Veðrur frá Føroya Bjór, Rinkusteinur frá Okkara ella náttúrvín frá Sólfinni Danielsen úr Sandvík, sum er vínsommelier – tað er vínserfrøðingur – og hevur egnan vínhandil í Danmark.
– Hetta er ein »crazy idea«, sum vit hava gjørt til veruleika og vóna, at tað við hesum ber til at breiða út, hvat Skerpi er fyri eitt hugtak og konsept, sigur Johannes Jensen.
Heitið »Skerpi« minnir ikki sørt um orðið »skerpa«, sum er heitið á teimum, sum fylgja fólkum upp á heimins hægsta tind, Mount Everest. Málið hjá teimum á Koks er, at Skerpi skal vera vegvísarin, sum fær føroyska gastronomi upp á Mount Everest!