Hjalgrím heldur við Italia

KÍ liðskiparin hevur hildið við Italia síðani HM í 1994, men hann væntar tó at vertirnir úr Brasil strúka avstað við HM steypinum.

KÍ liðskiparin Hjalgrím Elttør ætlar sær at fylgja væl við undir HM í summar.

 

Hjalgrím heldur við Italia undir HM og tað hevur hann altíð gjørt. Hjalgrím hevur eisini sjálvur leikt móti Italia við Føroyum og var hann so mikið heppin, at hann býtti um troyggju við italienska Fabio Cannavaro, ið var liðskipari á italienska landsliðnum, ið vann heimsmeistaraheitið í 2006.

 

Hjalgrím hevur higartil leikt 27 dystir fyri føroyska landsliðið.

 

 

 

Hvussu kemur HM at ávirka títt summar og hvussu nógv fert tú at fylgja við?

 

- Eitt HM ávirkar altíð summarið. So baðibuksurnar vera ikki líka nógv brúktar hetta summarið, sum vanligt. Eg fylgi væl við, royni at fáa dystirnar við, sum eg kann.

 

Hvørjum fert tú at halda við og hví?

 

- Italia. Roberto Baggio er fyrimyndin frá HM 1994 og teirra fótbóltur er kaldur og kyniskur.

 

Hvat gleðir tú teg mest til í samband við HM?

 

- Eitt HM í Brasil, kann ikki blíva meira áhugavert. Har er nógv at gleða seg til. Kanska um Ongland aftur skuffar hesuferd! Nei! At sita á sofuni og hyggja eftir góðum fótbólti og so kanska at tippa dystirnar eisini.

 

Hvat er títt fyrsta HM minni?

 

- Diego Maradona og Argentina 1990, tá teir taptu fyri Týsklandi í finaluni.

 

Hvat HM endaspæl stendur sterkast í minninum?

 

- Haldi persónliga, at HM 1994 í USA er tad besta í mínari tíð. So sjálvandi tá Italia vann HM í Tysklandi 2006 við Cannavaro á odda. Eg kann leggja afturat, at eg havi sjálvur spælt móti honum stutt eftir og eigi blusuna hjá honum.

 

Hvør væntar tú vinnur HM?

 

- Brasil.

 

Hvør væntar tú stendur eftir sum besti spælarin í HM 2014?

 

- Lionel Messi.

 

 

Les eisini: (Eg og mítt HM 1) Lars Olsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 2) Gunnar Nielsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 3) Øssur Hansen

Les eisini: (Eg og mítt HM 4) Hans Fróði Hansen