Hjalgrím: Vit lótu tað yvir í hendurnar á Víkingi

(Ljóðsamrøða frá Rás2) KÍ-veteranurin ætlar at taka enn eitt tørn fyri KÍ í 2017

Tað var ein KÍ-veteranur við blandaðum kenslum Hilmar Jan Hansen fekk orðið á aftaná KÍ hevði vunnið 3-1 á ÍF, og KÍ-spælararnir høvdu fingið silvurheiðursmerki hongd um hálsin. Hjalgrím Elttør ásannar, at teir í KÍ høvdu trumfin í FM-stríðnum, men teir spældu trumfin yvir til Víking, sum tók av.

 

- Vit lótu tað yvir í hendurnar hjá Víkingi, staðfestir KÍ-veteranurin. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Hjalgrím Elttør aftaná dystin í Fuglafirði.

 

Hjalgrím staðfestir, at hann eisini í 2017 verður partur av hópinum hjá KÍ, og tá vónar hann, at hann og liðfelagarnir kunnu taka seinasta fetið ímóti FM-gullinum.