Hjalgrím venur í Malaga

Spanska felagið hevur júst endurskipað alt ungdómsarbeiðið, og eftir venjingarleguna hjá A-landsliðnum í Spania, halda teir seg síggja møguleikar í unga klaksvíkinginum

Fótbóltur

Ein av teimum ungu føroysku fótbóltsleikarunum, sum ofta hevur verið settur í samband við útlendsk feløg, er klaksvíkingurin, Hjalgrím Elttør.
Eitt nú hevur hann áður verið í Onglandi til royndarvenjingar, og í hesum døgum er hann undir sponsku sólini, har hann venur saman við talent-hópinum hjá Malaga.
Við á ferðini er eisini umboðsmaðurin hjá Hjalgrím, Jákup í Stórustovu, og hann váttar eisini, at talan er um veruligan áhuga hjá spanska felagnum.
- Hetta kom soleiðis spakuliga upp í lag, tá føroyska A-landsliðið var á venjingarlegu fyrr í ár. Hendan var nærhendis Malaga, og her vóru umboð hjá felagnum og hugdu at nøkrum av teimum leikarunum, sum vóru á venjingarlegu við feløgum sínum.
- Malaga hevur júst endurskipað allan ungdómspolitikkin, og akkurát í hesum førinum kann tað vera ein fyrimunur fyri Hjalgrím. Tað er nevnliga ikki so, at teir nú vilja hana ein ungan leikara, sum kann fara beinleiðis inn á besta liðið, men hinvegin eru teir í ferð við at uppbyggja eitt talentlið við leikarum, sum teir síggja møguleika í at menna, sigur Jákup.
Sostatt er talan ikki um nakra vanliga royndarvenjing, har leikarin í eina viku ella so skal prógva, at hann er tann rætti hjá felagnum, men heldur er talan um eina ferð, har báðir partar kunnu læra hvønn annan at kenna, soleiðis at vitan fæst um, hvussu gróðralíkindini fyri einum framtíðar samstarvi eru.
Og hesum viðvíkjandi er Jákup í Stórustovu sær sjálvum líkt púrasta kúrrur.
- Hvat verður burturúr hesum, kann eg slettis ikki úttala meg um. Tað má tíðin bara vísa, eru einastu viðmerkingarnar til hetta.