KÍ?Skála
Tað var fótbóltskæti í Klaksvík sunnudagin av tí slagnum, sum ikki hevur verið at sæð fyrr í ár. Eftir at Leon Bjartalíð eftir tværbólt frá Hjalgrími Elttør hevði sett hol á, vóru teymarnir langir hjá evnaríku spælarunum, sum rættuliga foldaðu seg út.
? Vit høvdu eina rúgvu av møgueikum, og vit kundu havt skorað nógv fleiri mál enn tey sjey, sum vit fingu. Sjálvur sendi eg tríggjar ferðir í stólpan. Umframt tey fýra málini, sum eg fekk, so hevði eg møguleikar at skjóta fleiri afturat, men tað ber nokk ikki til at klaga, tá ið man í einum dysti fær loyvi at gera fýra mál, heldur Hjalgrím Elttør, sum nú hevur lagt seg heilt væl fyri í kappingini at gerast besti málskjútti í hesum árinum.
Skála fylgdi væl við fyrstu løtuna. Teir vóru framvið, og Jónhard Frederiksberg hevði fínan møguleika, men Kartin Joensen bjargaði. At Skála hevur misnýtt nógvar upplagdar møguleikar í ár er ein av orsøkunum til, at teir liggja so illa fyri, sum teir gera.
Fríggjakvøldið varð Arnhold Berg skaddur. Bogi Gregersen var ivasamur, og hann noyddist út við koyktum fóti, og tá ið miðvallarovastin Pauli G. Hansen ikki var førur fyri at spæla meiri enn fyrra umfarið, sigur tað seg sjálvt, at Skála var illa fyri. Teir góvu skarvin yvir, og tað var týðuligt, at teir undir dystinum vóru farnir at hugsa um lykladystirnar, sum nú eru á skránni. Teir skulu í trimum teimum síðstu umførunum spæla ímóti VB, FS Vágum og EB/Streymi.
Hjalgrím og málini
Eftir útspark frá Kartini Joensen skoraði Hjalgrím Elttør til 2?0. Hann kapprann við verjuspælara, og tá ið ungi Skála málverjin leyp út, fekk Hjalgrím snittað bóltin framvið honum.
Tá ið hann økti til 3?0, var tað eftir at Arnold Joensen hevði lagt innfyri úr høgru. Hjalgrím troðkaði seg framum málverja og verju og skoraði.
Tá ið Jan Andreasen, sum eftir dystarenda var kosin besti KÍ spælarin hesa ferð, umsetti brotsspark til mál, var tað eftir at Hjalgrím Elttør var kliptur ímillum tveir mótstøðuspælarar.
5?0 málið mundi vera tað margháttligasta á árinum í Klaksvík. Jan Andreasen sparkaði í bleytan boga, hvirlan tók undir bóltin, sum stiklaði eina ferð, málverjin kom út ímóti, men fyri hann og Skála var tað óheppið, at bólturin stakk upp um hann og í málið.
Tá ið Hjalgrím økti til 6?0 var talan um besta málið. Sentrali miðvallarin og landsliðsmaðurin Atli Danielsen og Hjalgrím spældu eitt tvey í vinstru, og so var toppskjúttin púra blankur.
Síðsta málið kom eftir langa sending og snittara framvið málverjanum.
? Vit hava ikki annað enn æruna at spæla fyri, og hesa ferð gekk væl. Ímóti FS Vágum, og serliga NSÍ og HB kunnu vit rokna við væl størri mótstøðu. Men vit fara at royna at gera okkara besta fyri at fáa ein góðan enda á kappingarárinum, sum ikki hevur roynst, sum vit høvdu vónað, sigur Hjalgrím Elttør.
Dysturin í tølum:
KÍ?Skála 7?0 (4?0)
1?0: Leon Bjartalíð, 17
2?0: Hjalgrím Elttør, 29
3?0: Hjalgrím Elttør, 38
4?0: Jan Andreasen, 42 (br.)
5?0: Jan Andreasen, 60
6?0: Hjalgrím Elttør, 71
7?0: Hjalgrím Elttør, 83
KÍ: Kartin Joensen ? Jan Andreasen, Ovi Nysted, Aleksander Djordjevic, Símun Joensen ? Arnold Joensen, Atli Danielsen, Allan Joensen, Eyðun Klakstein (Fríðin Ziskason, 61.) ? Hjalgrím Elttør, Leon Bjartalíð (Jacob Bymar, 61.)
Skála: Heini Kristiansen ? Sveinur Justinussen, Dusan Jaic, Ronni Hansen, Julian Floresco ? Bogi Gregersen (Bárður Danielsen, ), Alexandar Jovevic, Pauli G. Hansen (Rói Jacobsen, 46.), Hanus Thorleifson ? Alexander Johansen, Jónhard Frederiksberg