Tað var ein av veteranunum, sum var tann eyðsýndasti, tá ið teir næstbestu hjá KÍ í kvøld vunnu 7-1 ímóti teimum næstbestu hjá HB.
Hjalgrím hevur mangan verið í miðdeplinum, tá ið besta liðið hjá KÍ hevur verið gestur hjá HB í Gundadali.
Nú er 37 ára gamli Hjalgrím Elttør á næstbesta liðnum. Tølini siga, at máltevið er ikki burtur. Leygardagin skoraði hann tvey mál á útivølli ímóti FC Hoyvík, og í kvøld skoraði Hjalgrím Elttør trý mál í 7-1 sigrinum á Tórsvølli ímóti HB.
Eivin Sørensen setti hol á beinanvegin, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti Hjalgrím Elttør um munin til 2-0. Tveir minuttir undan steðginum økti Hjalgrím Elttør um munin til 3-0. Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti KÍ um munin til 4-0 og 5-0. Gulak A. Jacobsen skoraði fyrra málið og Hjalgrím Elttør tað seinna. Tólv minuttir undan leikloki skoraði Dávid Langgaard til 6-0, og Hjalgrím Elttør átti uppleggið, tá ið innskifti Jógvan Gullaksen tveir minuttir seinni økti til 7-0. Hetta var fyrsta málið hjá Jógvani í 1. deild.
Seks minuttir undan leikloki minkaði Ási Dam um munin til 7-1.
KÍ er á fimta plássi við 34 stigum, og HB er á sætta plássi við 33 stigum.
Leygardagin fer HB at spæla grannauppgerð ímóti B36, og KÍ skal til Runavíkar.