Hjalgrím skoraði sigursmálið

Síðsta bríkslið hevur verið í Gundadali, og B36 hevur vunnið 1-0 á HB.

Einasta málið skoraði Hjalgrím Elttør, tá ið tað restaði eitt lítil korter.

 

--------

 

90 min.

1-0

Tríggir minuttir eru lagdir aftrat vanligu leiktíðini.

 

----

 

85 min.

1-0

Bárður Olsen hjá B36 er farin av vølli, og í hansara stað er komin Róaldur Jacobsen.

HB hevur framt dupult útskifting: Rókur Jespersen og Levi Hanssen eru komnir inn, og av vøllinum eru farnir Símun Samuelsen og Andrew av Fløtum.

Miðverjin Doddi er fluttur fram í HB álopið, og vongverjarnir báðir, Hendrik Rubeksen og Vagnur Mohr Mortensen, eru eisini frammarlaga.

 

-------

 

80 min.

1-0

Við fínum skoti hevur Hjalgrím Elttør sent bóltin upp í hornið aftanfyri Tórð Thomsen í HB málinum.

Høgni Eysturoy er komin á vøllin í staðin fyri Stig-Roar Søbstad í B36 álopinum.

 

---------

 

70 min.

0-0

 

Enn er einki mál skorað í Gundadali. HB hevur betri tak á spælinum, enn teir reyðu og svørtu høvdu í 1. hálvleiki, men enn hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar.

 

------------

 

60 min.

0-0

Johan Ellingsgaard hevur loyst Heina í Skorini hjá B36 av.

 

---------

 

50 min.

0-0

B36 hevur verið meiri ágangandi fyrstu løtuna eftir steðgin. Hjalgrím Elttør hevur havt góða skotroynd, og B36 hevur eisini verið vandamikið eftir horna.

Eftir steðgin hevur Milan Kuljic loyst Kristin R. Mouritsen av.

 

---

 

45 min.

0-0

 

Tað hevur ikki verið serliga undirhaldandi, og intensiteturin hevur ikki verið tann, sum tað kundi roknast við, tá ið talan er um grannauppgerð í Gundadali.

 

----

 

Bestu royndina hevur Bárður Olsen havt. Hann sendi av brotsteigarmarkinum, men bólturin fór framvið.

HB hevur meiri dúvað upp á langar sendingar til fremstu menninar.

 

-----

 

B36-HB kl. 15.00

Dómari: Petur Reinert

B36: Jóan Pauli Dahl Jakobsen - Jónas Tór Næs, Dimitrij Jankovic, Odmar Færø, Símun Joensen - Bárður Olsen, Klæmint Matras, Christian R. Mouritsen, Heini í Skorini, Hjalgrím Elttør - Stig-Roar Søbstad

HB. Tórður Thomsen - Vagnur Mohr Mortensen, Doddi, Rógvi Holm, Hendrik Rubeksen - Símun Samuelsen, Fróði Benjaminsen, Kári Nielsen, Rógvi Poulsen - Kristin R. Mouritsen, Andrew av Fløtum