KÍ er aftanfyri við einum málið móti Víkingi í gjár, tá Ivan Joensen fimm minuttir inn í seinna hálvleik fær sítt seinna gula kort og verður útvístur. Men við einum manni minni á vøllinum kom lív í KÍ, sum megnaði at javna, og mundi verða eins nær og Víkingur at fara avstað við øllum stigunum.
Liðskiparin hjá KÍ, Hjalgrím Elttør, fegnaðist um eina stigið, sum kom undir heldur torførum umstøðum í Gøtu
- Eitt stig er á einari leið. Vit fáa ein mann útvístan tíðliga í seinna hálvleiki og klára at javna. Men eg haldi at vit eru betri enn teir í seinna hálvleiki, sigur Hjalgrím Elttør.
Filip Djordjevic legði Víkingi á odda stutt fyri hálvleik. Smáar tjúgu minuttir inn í seinna hálvleik javnaði Páll A. Klettskarð fyri KÍ, sum framvegis er nummar tvey í Effo-deildini við 16 stigum, meðan Víkingur hevur 14 stig á øðrum plássi.
Samrøðan við Hjalgrím Elttør kann hoyrast undir greinini.










