Hjalgrím minkaði um munin

5-2 til Val. Tað var úrslitið, tá ið íslendsku meistararnir og FM vinnararnir í NSÍ hittust í Kourinn fótbóltshøllini í Kopavogi í dag.

Hálvleiksstøðan var 2-1 til Val. Seint í 1. hálvleiki minkaði Dejan Stankovic um munin til 2-1, og fram ímóti dystarenda minkaði Hjalgrím Elttør um munin til 5-2.

Úr NSÍ leguni verður sagt, at teir halda íslendski sigurin var ov stórur. Serliga harmir eru teir um, at teirra lið púra misti takið fyrra partin av 1. hálvleiki.