Hjalgrím heldur fram í KÍ

Valstríðið er liðugt og leiðslan í KÍ er aftur farin til arbeiðis. Fyrsta sjónliga arbeiðsavrikið er ein sáttmáli við liðskiparan, Hjalgrím Elttør, fyri komandi kappingarár.

 

29 ára gamli klaksvíksingurin er millum royndastu leikararnar á unga KÍ liðnum, sum aftur í ár stóð seg lutfaldsliga væl í Effo-deildini. Hóast sáttmálin ikki er komin í hús fyrr enn nú, so hevur leingi ljóðað, at talan hevur ongantíð verið um at liðskiparin hevur verið á veg til annað felag.

 

– At vera liðskipari á besta liðnum hjá KÍ eri eg sera stoltur av. Eg fari at gera mítt besta fyri at leiða KÍ enn longur upp í oddin komandi ár. Vit fara at arbeiða enn harðari fyri at náa hesum máli, og eg gleði meg at fara undir eitt spennandi kappingarár 2013, sigur Hjalgrím Elttør við heimasíðuna hjá KÍ.

 

Leiðslan í felagnum hevur eisin góðar vónir fyri komandi kappingarár. Felagið hevur meðan valstríðið stóð á, valt ikki at gera nakrar sáttmálar.

 

– Tað hevur verið friðarligt her hjá okkum í eina tíð, men nú er gongd komin í aftur og hví ikki bara byrja við liðskiparinum. Hjalgrím er stýrimaðurin á KÍ liðnum, ungu leikararnir síggja upp til hansara og harumframt er hann fastur fúsur á landsliðnum. Hjalgrím kann avgerða ein dyst einsamallur og eg hugsi at vit komandi ár fara at síggja ein nógv meira sjónligan Hjalgrím í álopspartinum, nú Atli Danielsen er vendur heimaftur at taka sær av tí meira verjukenda miðvøllinum, sigur stjórin í Sp/f KÍ, Jóhann Lützen.

 

Á myndini síggjast Hjalgrím Elttør og Jóhann Lützen beint eftir at sáttmálin varð undirskrivaður. (Mynd: www.ki.fo)