Hjalgrím í Esbjerg

Klaksvíkingurin skal hesa vikuna royna seg hjá oddaliðnum í donsku superliguni

Fótbóltur
Jákup Mørk

Leygardagin fór besti málskjúttin í føroysku fótbóltslandskappingini í ár, Hjalgrím Elttør, til Danmarkar í fóbtóltsørindum.
Hjalgrím hevur sjálvur ongan tíð dult fyri, at dreymurin um eina tilveru sum yrkisleikari er til staðar, og áður hevur hann eisini verið á venjingaruppihaldum í bæði Onglandi og Spania.
Hesa ferð verður tað so hjá aktuella oddaliðnum í donskum superliguni, at Hjalgrím fer at royna seg, og so er spurningurin, hvørt tað eydnast honum at sannføra teir har í felagnum um evni síni sum málskjútti. Her hevur Esbjerg annars ein av stóru profilunum í donsku superliguni, Tommy Bechmann, men í donskum miðlum hevur oftani verið gitt um, at tað bert er ein spurningur um tíð, áðrenn Esbjerg ikki longur hevur ráð at siga nei-takk, tá onnur feløg í bæði Danmark og aðra staðni vilja keypa vandamikla álopsmannin. Tí er einki at ivast í, at tey í felagnum eisini hugsa um, hvørjir møguligu avloysararnir kunnu vera.