Hjá vinnaranum verður teinurin stuttur út í Europa

Løgmanssteypið: Tað eru fimm ár síðani, at grannarnir í Gundadali hittust í tiltiknu finaluni

Í kvøld hittast B36 og HB fyri fyrstu ferð í kappingini um løgmanssteypið í fimm ár. HB er steypaliðið yvir øllum hinum, sum hevur vunnið 28 steypafinalur. B36 hevur vunnið sjey steypafinalur. Tað er bara HB, sum hevur vunnið steypakappingina oftari enn B36.

 

Síðst B36 vann steypafinaluna var í 2021. Tað var ímóti NSÍ. Úrslitið var 1-1, og so var neyðugt við brotssparkskapping, sum B36 vann 4-3.

 

Síðst HB vann steypafinaluna var í 2020. Tað var ímóti Víkingi, at HB vann 2-0.

 

Uttan at takað nakað frá hinum, sum í kvøld fara at spæla fjórðingsfinalu, so sigur steypasøgan og støðutalvan í landskappingini, at talan verður um moralska finalu í fjórðingsfinaluni í Gundadali í kvøld. Og so kunnu vit endurtaka alt um, at bólturin er rundur, og at alt kann henda, tá ið talan er um steypakapping.

 

B36 og HB hava ikki dystast í kappingini um løgmanssteypið síðani 25. august í 2018. Í kanska mest minniligu og dramatisku finaluni nakrantíð um løgmanssteypið vann B36 eftir brotssparkskapping. HB var frammanfyri 2-1, tá ið Robert Heðin Brockie hjá B36 í 86. minutti sá reytt, og tíðin var farin tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina, tá ið Benjamin Heinesen hjá B36 sá reytt. Og so var tað, at Hannes Agnarsson, tá ið tíðin var farin fimm minuttir út um vanligu leiktíðina, javnaði til 2-2. So var neyðugt við longdari leiktíð og brotssparkskapping, sum B36 vann 5-4.

 

B36 og HB hittust í øðrum umfari í ársins landskapping, og tá vann HB 2-0.

 

B36 – HB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00.