Hjáveiða ikki trupulleiki hjá svartkjaftaskipunum

Felagið Nótaskip vísir aftur, at svartkjaftaskipini hava nógva hjáveiðu, tá tey royna í føroyskum sjógvi Felagið Nótaskip sigur, at tað er ein misskiljing, tá hildið verður, at hjáveiða er ein trupulleiki í svartkjaftafiskiskapinum, soleiðis sum einstakir politikarar førdu fram, tá Løgtingið viðgjørdi fiskidagarnar.

Felagið Nótaskip sigur í tíðindaskrivi, at Fiskiveiðieftirlitið ger kanningar av hjáveiðuni hjá svartkjaftaskipunum, bæði umborð á skipunum, og tá landað verður. Kanningarnar seinastu árini vísa, at hjáveiðan hevur verið langt undir tey tvey prosentini, ið er mest loyvda hjáveiða sambært kunngerðini um veiðu eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi.

Kanningarnar seinastu árini hava víst, at:

Í 2005 var miðaltalið av hjáveiðu 0,90%

Í 2006 var miðaltalið av hjáveiðu 0,35%

Í 2007 var miðaltalið av hjáveiðu 1,25%

Eisini í 2008 hevur Fiskiveiðieftirlitið gjørt kanningar og havt eygleiðarar umborð á bæði føroyskum og russiskum skipum, og Fiskiveiðueftirlitið upplýsir, at tær kanningarnar góvu ikki ábendingar um ov nógva hjáveiðu.

Nótaskip sigur eisini, at tað er heldur ikki rætt, at svartkjaftafiskiskapurin órógvar upsaleiðirnar, soleiðis sum summi vilja vera við. Føroyska svartkjaftakvotan er minkað næstan niður í eina helvt síðan strandalandakvoturnar vórðu ásettar í 2006, og í ár varð kvotan mestsum uppfiskað, áðrenn skipini nærkaðust teimum leiðum, har upsi verður fiskaður, sigur Felagið Nótaskip.