Hjørleif var klaksvíkingur, føddur 13. januar í 1925. Foreldrini vóru Turid og Jóan Magnus Høgnesen, hon úr Vági í Klaksvík og hann úr Leirvík. Hjørleif var elstur av fýra brøðrum, hinir eru Róland, sáli, Símun og Hjalmar.
Tá Skonnartin Ernestine fórst undir Selvíksbjørgunum í Íslandi tann 26. mars 1930, var pápin, Jóan Magnus, ein av teimum sum fórust. Tá sat mamman eftir við fýra dreingjum, sum vóru undir fimm ára gamlir, har Hjørleif var elsur..
Á ungum árum arbeiddi Hjørleif hjá mammubeiggjanum, Einari Waag, har hann var bilførari. Seinni fór hann undir egið virksemi, og eitt langt skifti mundi hann teljast millum teirra í Klaksvík, sum høvdu flest fólk í arbeiði. Hann rak bilstøðina Auto og átti sjálvur nógvar hýruvognar, eins og buss, sum koyrdi runt vágna. Seinni hevði hann eisini bilverkstað, har bæði bilar hjá honum og øðrum vórðu umvældir.
Umframt bilstøð hevði Hjørleif egnan kolonialhandil og koyrdi skúlabørn á Norðoyri, Strond og Ánunum og eitt stutt skifti eisini Norður um Fjall til Klaksvíkar í skúla. Hann var urguleikari í Christianskirkjuni í 40 ár, eins og hann eisini var urguleikari í Emmaus.
Hjørleif hevði stóran alsk til bygdina Hattarvík, og átti hann summarhús har til fyri stuttum. Hattarvík var hansara frístaður, tá farast skuldi frá dagliga arbeiðinum. Tað mundu verða fá summør at Hjørleif ikki samlaði alla sína familju í hugnaliga summarhúsinum í Hattarvík, sum eisini eru barndómsheimið hjá konuni.
Í 1954 giftist Hjørleif við Tórgerð, f. Thomassen, ættað úr Hattarvík. Tey fingu fýra børn: Turið, Eyð, Lív og Leif sum øll búgva í Klaksvík.
-red